Svimjisamband Føroya skipaði nú leygardagin 20. september fyri forfólkafundi, har umboð fyri feløgini og SSF umrøddu ymisk felags viðurskifti. Tað varð ein góður dagur frá 10 til 16, við áhugaverdum innsløgum og góðum kjaki.
Skráin var í høvuðsheitum
- Tryggur Ítróttur v/Ann-Britt F. Mortensen, ráðgeva ÍSF
- Úrval v/Signari Hilmarsyni, Úrvals-samskipara ÍSF
- Ætlanir SSF hesa komandi tíðina (framløga og kjak)
Forfólkafundirnir eru nú vanliga í september og januar, um ikki okkurt serligt er áfatt.





