Svimjihøllin í Gundadali var í vikuskiftinum karmur um felags venjingarlegu hjá Svimjisambandi Føroya og Sundsamband Íslands, fyri svimjarar fødd í 2009 til 2012. Skipað var fyri felagsvenjingum fríggjakvøld og sunnumorgunin, landsdysti leygardagin og hugnaløtu leygarkvøldið, umframt at tey ótu saman.

Tiltakið kom í lag sum uppskot frá íslendingum, at hesi ungu skulu koma at kenna hvønn annan, sum væntandi fara at møtast á framtíðar uttanlanda stevnum. Eitt tiltak at verða vónandi árliga í september mánaða, skiftivís í Føroyum og Íslandi.
Íslendingarnir vóru einir 20 svimjarar og 5 venjarar/leiðarar, meðan føroyingarnir vóru einir 22 svimjarar og 5-6 venjarar/leiðarar. Føroyingarnir búðu á KFUM, meðan íslendingarnir høvdu funnið sær hotell til at sleppa undan at skula ferðast við soviposum.
Landsdystin vunnu íslendingar so ruddiliga, við 564 stigum har føroyingar fingu 267, ella við hesum heiðursmerkjabýti um vit brúka vanliga mátan til samanbering:
Lið | Gull | Silvur | Bronsa |
Ísland | 27 | 19 | 17 |
Føroyar | 0 | 8 | 10 |
Tá høvdu føroyingarnir styrk frá svimjarum fødd í 2009, umframt onkur einstakur eyka árgang 2008, meðan íslendingarnir allir vóru fødd í 2010 ella 2011. Hóast hetta mest var til stuttleikar, so varð dysturin skipaður sum verulig kapping, og eru viðfestu úrslit tí offisiell:
Vinningurin var hendan bamsan sum eftir ætlan skal verða ferðasteyp og eitt slag av maskotti fyri tiltakinum. Hann eitur Jónas, siga íslendingar.

Hugnaløtan leygarkvøldi var pizza umframt spøl so sum Kahoot við spurningum sum svimjararnir høvdu gjørt til hvønn annan, um sítt egna land. Yvirhøvur tyktist lagið at vera gott hjá ungum og vaksnum, alt vikuskiftið.
Rókur