Av tí at so nógv lond hava meldað til 4×100 frí uttan tilmeldingartíð, so eru vit við lutakasti endaði mitt í einum riðli, sum inniheldur alt sum kann grulva og ganga av heimsins bestu liðum, íroknað heiðursmerkjavinnararnar frá HM 2024.

Málsetningurin er enn at royna at gerast nr 32 í samlaðu kappingini; og her er ikki so nógv press, síðani tað eydnaðist í 4×100 blandað. Men, fyri tað verður tað ‘áhugavert’, at royna at svimja væl mitt í rúgvuni av heimsins bestu liðum.
Sí startlistan her á omegatiming.com
Okkara ‘grannar’ eru:
- Kina, sum vann gull á HM 2024, og var í finaluni á HM 2022
- Avstralia, sum vann gull á HM 2022 og 2023, og silvur á HM 2024
- USA, sum vann silvur á HM 2023, og bronsu á HM 2022 og HM 2024
- Kanada, sum vann silvur á HM 2022, og varð nr 4 á HM 2023 og HM 2024
Hartil ‘Neutral Athletes B’ (NAB), sum eru íðkarar úr Russlandi, nýliga loyvd innaftur, og Niðurlond sum vóru í finaluni á HM 2022 og HM 2024.
Uttanfyri hesi, eru lið sum vit møguliga kunnu snakka við: Maldivurnar, Macao og Armenia. Men, spurningurin er um okkara síggja so langt 🙂
Svimjararnir hildu hetta vera rættiliga stuttligt, tá ið vit sóu startlistan. Nú sum tað nærkast, byrjar realiteturin kanska at seta inn. Hvussu ein kann svimja væl ímóti so formidablari kapping.
Heilt stutt aftaná liðsvimjingina, skal Líggjas royna seg í 1500 frí, sum verður síðst luttøkan hjá okkum á hesum HM. Og beint áðrenn liðsvimjingina hevur Lea roynt seg í 50 bringu, sum merkir at eisini hon má umstilla seg við stuttari freist.
Men, vit eru longu nøgd við avrikinum, so tað verður sum tað verður.