Ávaring: Her verður nokk so nógv rokning og hartil í ávísan mun gitingar, til at meta um hvussu nógv Svimjisambandið kann søkja úr Úrvalsskipanini til í 2026. Talan er um nýggja skipan, og vit kenna tí ikki enn allar krókar í henni.

Fyrst stutt um umsóknarloft í Úrvalsskipanini:
Nýggja úrvalsskipanin hevur loft fyri hvussu nógv søkjast kann um, har stig 1 (topp-16 á EM/HM/OL), stig 2 (topp-32 á EM/HM/OL) og stig 4 (luttøka á EM/HM) eru mest viðkomandi fyri okkum í svimjingini:
Einstaklingar á stigi 1 kunnu fáa upp til 300.000 kr. útgoldnar um árið.
Lið á stigi 1 kunnu fáa upp til 150.000 kr. útgoldnar fyri hvønn leikara (á leikvøllinum) um árið.
Einstaklingar á stigi 2 kunnu fáa upp til 160.000 kr. útgoldnar um árið.
Lið á stigi 2 kunnu fáa upp til 80.000 kr. útgoldnar fyri hvønn leikara (á leikvøllinum) um árið.
Einstaklingar á stigi 3 kunnu fáa upp til 80.000 kr. útgoldnar um árið.
Lið á stigi 3 kunnu fáa upp til 40.000 kr. útgoldnar fyri hvønn leikara (á leikvøllinum) um árið.
Einstaklingar á stigi 4 kunnu fáa upp til 20.000 kr. útgoldnar um árið.
Lið á stigi 4 kunnu fáa upp til 10.000 kr. útgoldnar fyri hvønn leikara (á leikvøllinum) um árið.
Til í 2025, søktu vit um 400.000 kr, sum úrslitaði í játtan á 276.000 kr
Umsóknini á 400.000 kr var vegna hesi avrik:
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) í topp-32 á EM 2024 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) í topp-32 á HMS 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- 6 navngivnir svimjarar til EM/HM, seinastu 2 árini – stig 4, tvs 6 x 20.000 kr
Til í 2026, detta 2 av navngivnu svimjarum úr skipanini, vegna krav um at avrikið skal vera frá seinastu 2 árum. Men, eftir eru 360.000 kr av hasum.
Nú vegna HM 2025, hava vit so hesar møguleikar afturat
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) í topp-32 á HM 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) í topp-32 á HM 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr*
- Mix-liðið (2006, SSF) í topp-32 á HM 2025 – stig 2, tvs 4 x 80.000 kr
- 2 navngivnir svimjarar afturat til EM/HM, seinastu 2 árini – stig 4, tvs 2 x 20.000 kr
*Líggjas er nokk ‘bara’ ein endurnýggjan við nýggjari tíðarfreist frameftir
Tvs, at vit kunnu søkja um 160.000 kr + 4 x 80.000 kr + 2 x 20.000 kr afturat til í 2026, ella tilsamans 520.000 kr afturat teimum kr 360.000 frá áðrenn HM 2025.
Ein samlað upphædd á 880.000 kr, at í mesta lagi kunna søkja um í stuðli til kappsvimjing frá Úrvali, til í 2026. Fyribils.
Hartil kemur EM í Open Water 2026, har vit veruliga byrja at vaksa um upphæddirnar, við luttøku av 6 svimjarum sum allir plaseraðu seg í topp-32 sum einstaklingar, og hartil 4 í topp-16 sum lið.
- Jonna Joensen (2005, Ægir) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr*
- Silas Dam Lindberg (2008, HS) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Bárður Ólavsson (2008, Ægir) í topp-32 á EM OW 2025 – stig 2, tvs 160.000 kr
- Mix-liðið í topp-16 á EM OW 2026 – stig 2, tvs 4 x 150.000 kr
- 5-6 navngivnir svimjarar afturat til EM/HM, seinastu 2 árini – stig 4, tvs 5-6 x 20.000 kr*
*Líggjas er longu í skipanini vegna avrik í kappsvimjingarhyli. Brennandi spurningur er, um Úrval góðtekur open water sum annan ítrótt, ella um alt hjá okkum er éin ítróttur.
Tvs, at vit kunnu søkja um einar 5-6 x 160.000 kr + 4 x 150.000 kr + 5-6 ferðir 20.000 til open water í 2026, ella tilsamans annaðhvørt 1.500.000 ella 1.680.000 kr*
*Við ávísum fyrivarni, tí at vit ikki enn vita hvussu Úrval tulkar hetta við luttøku bæði sum einstaklingur sum sum partur av einum liði. Um tað er hvør sítt, og tí at leggja afturat, ella um teir íðkarar skulu pilkast burturúr sum eru í báðum.
Um man leggur upphæddirnar saman fyri kappsvimjing og open water, so er samlaða upphæddin nú annaðhvørt 2.380.000 ella 2.560.000 kr, sum vit í mesta lagi kunnu søkja um frá Úrvali í 2026. Áðrenn vit hava roynt okkum á EMS 2025.
Men tað skal so vera uppá eina tilsvarandi og realistiska úrvalsætlan fyri 2026, væl vitandi at Úrval til í 2025 bara hevði 1,725 millión at býta út.
Og, nýggja úrvalsskipanin krevur hartil at í minsta lagi 25% av úrvalsvirkseminum er fíggjað av sambandinum sjálvum, at leggja omaná nevndu, møguligu umsóknarupphæddir.
Tað stutta av tí langa er, at okkara røsku svimjarar og havsvimjarar hava tryggjað okkum munandi størri møguleika fyri at søkja um stuðul til okkara úrvalsvirksemi, faktiskt út um hvat ið Úrval kundi bjóða øllum tilsamans til í 2025.
Um tað er rættvíst, at umsóknarloftið hjá okkum verður so høgt, mugu onnur meta um. SSF atkvøddi á sinni ímóti nýggju úrvalsskipanini, serliga tí at hon var beinleiðis ætlað og orðað at taka frá einstaklingaítróttum til fyrimuns fyri liðítrótt. Men vit eru ikki ráðaleys, tá ið støðan er sum hon er, og fokusera tí nú meira á liðsvimjing, samstundis sum vit royna at fasthalda og styrkja um einstaklingaítróttin.
Endaliga úrvalsjáttanin hevur til nú verið uttan nærri nágreining, um hvat ið er stuðlað og ikki. Tað vil siga, at nú vit til í 2025 fingu játtað 276.000 kr til umsókn á 400.000 kr, so var tað upp til okkum at finna útav, hvat ið tá skuldi skerjast.
Vegna hesa væntandi nágreining, er tankin at senda inn tvær umsóknir og tvær úrvalsætlanir – eina fyri kappsvimjing og eina fyri open water – til at, um ikki annað, vita hvussu nógv vit kunnu/skulu brúka til hvørt av hesum.
Vónandi gevur hetta nøkulunda meining
Við svimjikvøðu
Rókur