Føroyar 4:12.80 og nr 29 í 4×100 blandað á HM 2025

Mix-liðið hjá okkum (2006, SSF) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 4:12.80 og eina plasering sum nr 29 av 38 í 4×100 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Føroyar 4×100 blandað á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media

Úrval/ÍSF sigur um stig 2 í úrvalsskipanini:

Einstaklingar á stigi 2 kunnu fáa upp til 160.000 kr. útgoldnar um árið.

Lið á stigi 2 kunnu fáa upp til 80.000 kr. útgoldnar fyri hvønn leikara (á leikvøllinum) um árið

Tað vil siga, at vit í hesum føri burdu kunnað søkt um upp til 4 x 80.000 kr, ella 320.000 kr tilsamans, til viðkomandi úrvalsvirksemi í 2026.

Hetta burdi komið afturat onnur avrik í topp-32, sum nú eru Elisabeth á EM 2024, Líggjas á HMS 2024 og HM 2025, og Isak á HM 2025.

Tað vil siga, eitt umsóknarloft á hasar 320.000 kr umframt 3 x 160.000 kr fyri einstaklingaavrik, ella íalt upp til 800.000 kr til kappsvimjing.

Og hartil kemur alt tað sum okkara havsvimjarar svumu okkum til, við at plasera seg sum lið og einstaklingar í topp-16 á EM 2025, sum viðførir aftir hægri upphæddir.

Og hartil, at stig 4 í skipanini krevur ‘bara’ luttøku á HM ella EM, til at útloysa loft á 20.000 kr fyri hvønn einstakling ella 10.000 kr fyri hvønn íðkara á liði, úr skipanini.

Í síðsta enda er avbjóðingin hjá Úrvali og okkum, at avmarkað upphædd er at býta út til okkum og aðrar ítróttir, úr úrvalsskipanini tilsamans.

Til í 2025 fingu vit játtan á 276.000 kr úr úrvalsskipanini, eftir at hava søkt um 400.000 kr fyri nevndu einstaklingaavrik og EM/HM-luttøku.

Til í 2026 er møguliga umsóknarupphæddin hjá okkum nú væl yvir 1 millión kr.

Tað er upp til sambandið at avgera, hvussu játtanin verður brúkt, tó so at tað er væl sæð um partur fer til viðkomandi íðkarar sum kvalifiseraðu okkum til úrvalsstuðul.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.