Í dag var tað kanska eitt sindur meira ‘stong út’ enn vit høvdu vónað – men tilsamans er tað gingið væl á hesum Oyggjaleikum, og framá síðani seinast. Eitt gullheiðursmerki varð tað til, umframt 2 silvur og 4 bronsur, umframt 1 føroyskt met og eini 2-3 landsliðsmet

Føroyska luttøkan í kvøld
- 100 blandað kvinnur – Lea nr 4
- 400 frí menn – Líggjas gull og Isak bronsu
- 200 firvald kvinnur – Jóhanna nr 4, Jonna DSQ
- 100 rygg menn – eingin føroysk luttøka
- 100 frí kvinnur – Alisa bronsu
- 50 frí menn – Bartal silvur og føroyskt met
- 50 rygg kvinnur – Elisabeth bronsu
- 200 bringa menn – eingin føroysk luttøka
- 800 frí kvinnur – eingin føroysk luttøka
- 4×100 frí menn – okkara silvur og landsliðsmet
- 4×100 blandað kvinnur – okkara silvur og landsliðsmet
- 4×50 frí mix – okkara bronsu og møguligt landsliðsmet