Hóast alt ikki gekk akkurát so sum vit ynsktu okkum í dag, so góvu okkara yvirhøvur ein góðan dyst, og vunnu 2 gull, 3 silvur og 3 bronsur, umframt at seta 1 føroyskt met, 2 landsliðsmet og 1 oyggjaleikamet
- 100 blandað menn – eingin føroysk luttøka
- 400 frí kvinnur – eingin føroysk luttøka
- 200 rygg menn – eingin føroysk luttøka
- 100 bringa kvinnur – Lea nr 4 við 1:10.18
- 100 frí menn – Bartal bronsu við stórum føroyskum meti 49.27
– Bartal átti sjálvur metið á 49.95 frá NM á stuttgeil í 2024 - 50 frí kvinnur – Alisa bronsu við 26.63
- 50 firvald menn – Isak nr 5 við 25.16
- 200 rygg kvinnur – Elisabeth gull við 2:14.97
- 800 frí menn – Líggjas gull og oyggjaleikamet við 7:59.67 og Silas bronsu við 8:21.80
- 4×100 frí kvinnur – Føroyar silvur við 3:55.91
- 4×100 blandað menn – Føroyar silvur við flottum landsliðsmeti 3:44.77
– metið var 3:49.22 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019 - 4×50 blandað mix – Føroyar silvur við flottum landsliðsmeti 1:47.02
– metið var 1:52.53 frá HM á stuttgeil í 2021
