Mennirnir 1:32.65 og silvur í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025, og Bartal tá eisini 22.77 og føroyskt met í 50 frí

Føroysku harrarnir settu í kvøld nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×50 frí, tá ið teir í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til úrslitið 1:32.65. Hartil setti Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) sum fyrsti svimjari nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing, tá ið hann svam seg til úrslitið 22.77. Landsliðsmetið var 1:33.24 frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015, og føroyska metið í 50 frí 22.83 hjá Bartali sjálvum frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Sabina Poulsen eigur myndina

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.