Góður annar dagur á Oyggjaleikum 2025

So eru vit komin í helvt við svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gongur tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey gullheiðursmerki varð tað til í dag, umframt tríggjar silvur og eina bronsu, umframt fýra føroysk met, tvey føroysk landsliðsmet og tvey oyggjaleikamet.

  • 1500 frí kvinnur – Jonna nr 6
  • 400 blandað menn – Silas nr 4
  • 200 bringa kvinnur – Lea nr 4
  • 100 firvald menn – Isak silvur
  • 100 rygg kvinnur – Elisabeth gull og føroyskt met og oyggjaleikamet
  • 50 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met
    – Bartal setti eisini føroyskt met í innleiðandi riðlunum
  • 50 firvald kvinnur – eingin føroysk luttøka í finaluni
  • 200 frí menn – Líggjas bronsu
  • 200 blandað kvinnur – eingin føroysk luttøka í finaluni
  • 4×50 frí menn – Mennirnir silvur og føroyskt landsliðsmet, umframt at Bartal setti føroyskt met í fyrstu 50 frí
  • 4×50 frí kvinnur – Kvinnurnar gull og føroyskt landsliðsmet, umframt at Elisabeth setti føroyskt met og oyggjaleikamet í fyrsti 50 rygg
    – Elisabeth setti eisini føroyskt met í innleiðandi riðlunum
Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.