Tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað yvirhøvur sera gott hjá okkara svimjarum. Hóast talan sikkurt ofta var um svimjing til fyrst og fremst at koma víðari til finalurnar, so svumu okkara í heilum heilt skjótt, til m.a. tvey føroysk met, eitt føroyskt juniormet og eitt føroyskt landsliðsmet

- 1500 frí menn – Her bíða Líggjas og Silas til skjótasta riðil, seinni í dag
- 400 blandað kvinnur – Jóhanna svam seg í finalu við fimtbestu tíð 5:12.94, har besta tíð hjá henni er 5:04.14
- 200 firvald menn – Isak svam seg í finalu við triðbestu tíð, og Silas við sættbestu. Isak svam 2:07.39 í mun til bestu tíð (og føroyska metið) á 1:59.39, meðan Silas setti persónligt met við 2:11.58 í mun til 2:12.76
- 100 firvald kvinnur – Jóhanna svam seg í finalu við sættbestu tíð 1:05.24, har besta tíð hjá henni er 1:04.07. Jonna var nr 8 við 1:06.18 í mun til bestu tíð á 1:04.22
- 100 bringa menn – Bartal setti føroyskt met við 1:01.85, har hann sjálvur átti metið á 1:02.08. Hann er í finalu við næstbestu tíð, eins og Jón Hofgaard sum við 1:05.36 svam sættbestu tíð í mun til sítt persónliga met á 1:04.29
- 50 bringa kvinnur – Lea setti føroyskt met og juniormet við 32.42, har hon sjálv átti metini á 32.64. Hon er í finalu við triðbestu tíð.
- 50 rygg menn – her var eingin føroysk luttøka
- 200 frí kvinnur – Alisa svam seg í finalu við fjórbestu tíð 2:07.25, har besta tíð hjá henni er 2:04.29
- 200 blandað menn – Isak svam seg víðari í finalu við bestu tíð av øllum og stórum persónligum meti, 2:04.22 har besta tíð hjá honum var 2:12.56. Heini svam seg í finalu við fimtbestu tíð 2:09.65, har besta tíð hjá honum er 2:08.22
- 4×50 frí kvinnur – Tær fýra Elisabeth, Lea, Bjarta og Alisa settu føroyskt landsliðsmet við 1:46.77. Tær eru víðari til finaluna við bestu tíð av øllum
- 4×50 blandað menn – Teir fýra Líggjas, Jón, Bartal og Heini svumu okkum í finalu við fjórbestu tíð av øllum, 1:45.82