Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar bronsur
- 1500 frí menn – Líggjas gull og Silas bronsu
- 400 blandað kvinnur – Jóhanna nr 5
- 200 firvald menn – Isak gull, Silas nr 6
- 100 firvald kvinnur – Jóhanna nr 5
- 100 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met, Jón nr 4
- 50 bringa kvinnur – Lea bronsu og føroyskt met og juniormet
- 50 rygg menn – eingin føroysk luttøka
- 200 frí kvinnur – Alisa silvur
- 200 blandað menn – Isak silvur
- 4×50 frí kvinnur – Føroyar bronsu og føroyskt landsliðsmet
- 4×50 blandað menn – Føroyar nr 4 og føroyskt landsliðsmet
