So er tað longu í morgin ári at svimjistevnan byrjar á Oyggjaleikum 2025. Viðfesti startlisti er frá miðskeiðis í juni mánaða, og kunnu har tí væl hava verið tillagingar síðani tá, til dømis við avmeldingum á tekniska fundinum í dag.
Bestu útlit til føroysk heiðursmerki á svimjistevnuni í morgin, eru Líggjas og Silas í 1500 frí, Isak í 200 firvald, Jóhanna í 100 firvald, Bartal í 100 bringu, Alisa í 200 frí og Heini í 200 blandað.
Vit eru nær heiðursmerkjum í øðrum kappingum eisini; men nú fáa vit at síggja, hvussu okkara og teirra eru fyri 🙂
- Luttakaralistar og úrslit hjá Orkney 2025
- Úrslitasíða í Hy-Tek-sniði hjá SASA North
- Stroymingarrásin hjá Orkney 2025
