Íslendingar skipa í dag og í morgin fyri Sumarmeistaramót Íslands í Ásvallalaug í Hafnarfirði, við luttøku av eisini 8 ungum føroyskum svimjarum. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, og útlitini eru ikki heilt vánalig til okkurt føroyskt heiðursmerki. Fylgið við frá kl
Kappast verður báðar dagarnar frá kl 14:30 íslendska tíð, sum er frá kl 15:30 í Føroyum. Stevnan er í stóran mun skipað sum beinleiðis finalur, tó so at har ímóti endanum eru sokallaðar ‘skins’-kappingar.

Føroyski hópurin eru
- Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
- Oddvaldur Leivsson (2008, HS)
- Fróði Hansen (2008, FS)
- Ólavur W. Jákupsson (2008, HS)
- Óli Mikkelsen (2008, HS)
- Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
- Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
- Durita Mohr Askham (2008, Ægir)