Jonna til DM í Open Water 2025

Danir skipa í dag fyri donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, við luttøku av í øllum einum føroyskum svimjara. Jonna Joensen (2005, Ægir) hevur fráboðað luttøku í ‘premasters’-bólkinum á 5km teininum, sí luttakaralistan her.

Kappast verður framvið ‘Honnørkajen’ í Aalborg nær Límfjørðsbrúnni, frá kl 15 danska tíð sum er frá kl 14 her í Føroyum. Sjóhitin í Aalborg sær út til at verða undir 18 hitastig í dag, har tey hava áseting um at undir 19 hitastig krevur vátdrakt.

Jonna til EM í Open Water 2025. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.