Kanadiska Summer McIntosh hevur svomið framúr nú á kanadisku úttøkustevnuni til HM 2025.
Leygardagin tók hon heimsmetið frá avstralsku Ariarne Titmus í 400 frí við 3:54.18, sunnudagin tók hon heimsmetið frá ungarsku Katinku Hosszu í 200 blandað við 2:05.70, og í gjárkvøldið betraði hon um sítt egna heimsmet í 400 blandað við 4:23.65.
Hartil setti hon sunnudagin kanadiskt met í 800 frí við 8:05.07 har heimsmetið hjá amerikansku Katie Ledecky frá í mai er 08:04.12, og týskvøldið kanadiskt met í 200 firvald við 2:02.26 har heimsmetið hjá kinesisku Liu Zige frá 2009 er 2:01.81.