SSF úttøka til SMÍ 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Sumarmeistaramót Íslands 2025, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 27. til 30. juni 2025:

  • Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
  • Oddvaldur Leivsson (2008, HS)
  • Fróði Hansen (2008, FS)
  • Ólavur W. Jákupsson (2008, HS)
  • Óli Mikkelsen (2008, HS)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
  • Durita Mohr Askham (2008, Ægir)

Úttøkan er treytað av, at svimjararnir luttaka í teimum fyrireikingum sum SSF skipar fyri, og fráboða um møguligan skaða ella annan darv, sum lýst í reglugerð SSF fyri úttøku og kravtíðir:

https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-uttoeku-og-kravtidir/

Eitt krav er til dømis, at gjøgnumføra antidopingskeið frá Anti Doping Danmark ella WADA, um viðkomandi ikki longu hevur galdandi prógv:

Svimjararnir skulu vátta í seinasta lagið hósdagin 1. mai, um teir ynskja at taka av hesari úttøku.

Ferðaleiðari verður Heidi Jacobsen og venjari Fríði Dam Lindberg

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.