Tey hava fyrrapartin avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Danish Open 2025, og vóru tað her fleiri føroyingar sum kvalifiseraðu seg til finalurnar seinni í dag.

Nú aftaná avmeldingar til finalupartin, er føroyska finaluluttøkan í dag:
- Kapping 25, 100 rygg menn: Óli Mikkelsen (2008, HS) í C-finalu
- Kapping 27, 400 frí menn: Líggjas Joensen (2008, Ægir) í A-finalu, Silas Dam Lindberg (2008, HS) í B-finalu
- Kapping 28, 200 bringa kvinnur: Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) í A-finalu
- Kapping 29, 100 bringa menn: Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) í B-finalu
- Kapping 31, 200 blandað menn: Isak Brisenfeldt (2006, HS) í B-finalu
Kappast verður frá kl 16 føroyska tíð, sí úrslitini beinleiðis her á Swimify