Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Lions Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Hagtøl
Tilsamans vóru tey 110 íðkarar og 22 lið úr 7 feløgum sum svumu seg til 720 úrslit í 38 kappingum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.
Bestu avrik
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) átti besta avrikið, tá ið hon í 100 bringu svam seg til føroyskt met og juniormet við tíðini 1:09.27, sum gevur 729 AQUA-stig.
Isak Brisenfeldt (2006, HS) átti besta avrikið hjá monnum, tá ið hann í 400 frí svam seg til úrslitið 3:57.02, sum gevur 718 AQUA-stig.
Heiðursmerkjabýti
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| HS | 16 | 8 | 14 |
| Ægir | 15 | 15 | 9 |
| SuSvim | 7 | 6 | 6 |
| FS | – | 6 | 6 |
| FLOT | – | – | – |
| Reysti | – | – | – |
