Næsti morgun á NM/NJM 2024

Tey eru væl og virðiliga liðug at avgreiða dagsins innleiðandi riðlar á NM/NJM 2024, og fingu vit har aftur svimjarar víðari til finalur, umframt nøkur persónlig met.

NM/NJM-landsliðið 2024 við fráferð úr Vágum. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Finalupláss í dag

NJM 2024

  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 5:14.36 og #5 av 6 í 400 blandað
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 15:11.95 og #1 av 7 í 1500 frí*
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:11.67 og #8 av 11 í 100 bringu

*Líggjas svam ikki 1500 frí í morgun, men er beinleiðis víðari til skjótasta riðil, seinnapartin, vegna sína tilmeldingartíð.

Líggjas Joensen (2008, Ægir) kundi hartil hava luttikið í juniorfinaluni í 100 frí, men er har frámeldaður, vælsagtans til heldur at miðsavna seg um 1500 frí.

Hartil er liðsvimjingin hjá juniorgentum við í finaluni í 4×100 blandað, uttan at svomið varð um tað í morgun.

NM 2024

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 2:08.22 og #10 av 12 í 200 blandað
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 2:11.68 og #2 av 4 í 200 firvald

Persónlig met í morgun

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 2:08.22 í 200 blandað (besta tíð var 2:11.76)
  • Ari R. Weihe (2005, HS) 56.07 í 100 frí (besta tíð var 58.85 á langgeil)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.