Úrslit frá HS-stevnuni á Argjum 30. apríl 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini á Argjum, nú leygardagin hin 30. apríl 2022. Tilsamans vóru tey einir 130 ungir svimjarar úr okkara yngstu aldursbólkum sum royndu seg, í tveimum stevnupørtum hendan leygardagin á Argjum.

Úrslit frá Tróndarsvimjingini 2022

Her eru úrslitini frá svimjingini tvørtur um Skálafjørð í gjár, leygardagin hin 30. apríl 2022, sum Svimjifelagið FLOT og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Teinurin var frá Akkersvík á Skála til pierin á Skipanesi, sum var 1.2-1.3 km at svimja. Tilsamans vóru tey 23 sum løgdu til brots, og øll sum gjøgnumførdu teinin.

Tróndarsvimjingin 2022 – Luttakarar
Continue reading Úrslit frá Tróndarsvimjingini 2022