Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna B-finaluna í 100 metra firvaldasvimjing á MOM Marseille 2014 í Fraklandi, 56.32 og eitt lítið vet skjótari enn hansara 56.43 í morgun. Samanlagt var tað eitt 9. pláss, aftanfyri teir 8 í A-finaluni.
Month: mars 2014
Magnus víðari til finalu eisini seinna dag á MOM Marseille 2014
Magnus Jákupsson megnaði aftur í morgun at svimja seg víðari til finalu, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á MOM Marseille 2014 svam 100 firvald uppá 56.34 sekund, sum var 10. besta tíð í innleiðandi og nokk til eitt pláss í B-finaluni í kvøld. Frans Johannesen royndi seg í 400 metra frísvimjing, har hann megnaði at svimja 4:08.27 og 18. bestu tíð. Og teir báðir donsku føroyingarnir royndu seg eisini í 50 frí, har teir endaðu á júst somu tíð, 24.59 og eitt 21. pláss.
Magnus 26.47 og bronsu í 50 rygg á MOM Marseille 2014
Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna sær eitt bronsuheiðursmerki á MOM 2014 stevnuni í Marseille í Fraklandi, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.47 sekund. Og tað vóru ikki hvør sum helst sum vóru frammanfyri, nevniliga heimsmeistarin frá 2009 og 2011 Liam Tancock úr Bretlandi á 25.48, og franski Benjamin Stasiulis á 26.05. Aftanfyri vóru so millum annað hinir ‘stóru danirnir’, Daniel Steen Andersen, Daniel Skaaning og Morten Bak Hansen. Sí úrslitalistan her.
Krista 2:36.31 og bronsu í 200 frí á Danish Open 2014
Tað gekk bara heilt væl hjá Kristu Mørkøre nú longu fyrsta dagin á Danish Open fyri svimjarar við handicap, sum er í Esbjerg nú um vikuskiftið. Krista vann nevniliga bronsu í 200 metra frísvimjing, og sum skilst eru tey serliga glað fyri at tíðin 2:36.31 var persónlig betring á heili 12 sekund. Sí úrslitalistan her.
Magnus roynir seg á MOM Marseilles 2014
Magnus Jákupsson er sum kunnugt í Fraklandi nú um vikuskiftið, har hann skal royna seg á 3e Meeting Open Méditerranéen i Marseille, saman við ‘Great Danes’ liðnum. Og tað sær út til at ganga ókey,tí í innleiðandi 50 rygg svam hann 27.07 og fjórbestu tíð av øllum, sum væl merkir at hann er víðari til A-finaluna í kvøld. Sambært luttakaralistanum skal Magnus royna seg í 50 rygg í dag, 100 firvald og 50 frí í morgin, og 50 firvald og 100 rygg sunnudagin. Til ber at fylgja við her á liveffn.com.
Ein annar føroyingur á ‘Great Danes’ liðnum er Frans Johannesen, sum hevur roynt seg í 200 frí í morgun, har hann við tíðini 1:52.88 svam seg til eitt 10. pláss og B-finalu í kvøld. Hann skal royna seg eisini í 800 metra frísvimjing í dag, umframt 50 og 400 frí í morgin, og 100 og 1500 frí sunnudagin.
Krista Mørkøre til Danish Open 2014
Hetta vikuskiftið luttekur Krista Mørkøre á Danish Open 2014 fyri svimjarar sum við handicap, sum er í Esbjerg frá í dag til og við sunnudagin. Talan er um eina rættiliga altjóða kapping, við svimjarum úr Danmark, Føroyum, Noregi, Svøríki, Finnandi, Estlandi, Póllandi, Týskalandi, Belgia, Niðurlondum, Bretlandi, Slovakia, Tjekkia, Ísrael og Brasil. Lesið her á swimnews.dk og á dhif.dk, úrslit og sovorðið verður lagt her á titanium-media.de.
SSF vitjar Reysti
Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í gjárkvøldið í Leirvík og vitjaðu Reysti, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Har norðuri í Leirvík stendur heilt væl til; tey hava stórar og evnaríkar hópar í yngru aldursbólkunum, og gott skil eisini tá ið tað kemur til fyriskipanina. Prátið gekk serliga um lívbjarging, Merkjaskipanina og útbúgving av venjarum og sovorðið, og um dreymin kanska ein dag at fáa ein hyl longri enn 16 metrar í Eysturoynni.
Innbjóðing til HS mastersstevnu hin 15. mars 2014
Viðfest er innbjóðing til masterstevnu í Havn, leygarkvøldið hin 15. mars 2014, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Talan er um eina kompakta kapping, sum byrjar við upphiting klokkan 19 og endar við at farið verður víðari til hugnaløtu við mati í ÍSF-húsinum kl 21.
Svimjisamband Føroyar vitjar FLOT
Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í kvøld við Løkin í Runavík og vitjaðu FLOT, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Undirritaði forsømdi sjálvur sjálvan nevndarfundin, men sum skilst stendur væl til hjá felagnum við Skálafjørðin, bæði tá ið tað kemur til nøgd av svimjarum, venjarum og at fáa tað at mala runt. Aftaná nevndarfundin komu ikki so fá foreldur afturat, tá ið hugsað verður um at hetta var føstulávintskvøld.
Pál væl skjótari á Østdanske Langbanemesterskaber í ár, í mun til í fjør
Eitt áhugavert nú í sambandi við eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, er at Pál Joensen er væl skjótari í ár, samanborið við í fjør. Har er gott nokk bara tann éina kappingin sum vit kunnu samanbera, og man skal nokk ansa eftir ikki at leggja for nógv í úrslit so mikið tíðliga á árinum … men munurin í 800 frí er allíkavæl so mikið avbera stórur, at vit í øllum førum kunnu staðfesta at Pál ikki er komin illa frá byrjan:
8:05.62 og gull í ár, samanborið við 8:25.77 og gull í fjør.