Cecilia kolldømd við triðbestu tíð

Tað gekk upp og niður hjá Ceciliu Eysturdal í Norðurlensku Meistarastevnuni í 10 kilometra havsvimjing í dag. Hon svam eina framúr góða tíð, 2 tímar og 20 minuttir ella stórtsæð bronsutíðin hjá henni á 5 km, 1:10.42, faldað við tvey. Tíðin hevði eisini rokkið til bronsu í dag, men tíverri misti Cecilia eina boyu og bleiv kolldømd. Mathilde Riis Sørensen vann við tíðini 2:09:56. Sí úrslit her.

One thought on “Cecilia kolldømd við triðbestu tíð”

  1. http://www.simma.nu/dk skrivaðu um úrslitið hjá henni á 5 km:

    “Noget overraskende sneg en ung færing – Cecilia Eysturdal – sig ind på 3. pladsen, i hendes første åbent vand mesterskab. På Færøerne sker åbent vand-svømningen i våddragt, da Nordatlanten har lidt svært ved at få en temperatur til badedragt.

    Stort tillykke – måske en kandidat til Rio!”

    Og síðani um 10 km:

    “Desværre blev fredagens store overraskelse Cecilia fra Ægir Klaksvik diskvalificeret for en forkert passage af en markeringsbøje – ØV!”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.