Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági nú um vikuskiftið, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vunnu tey har suðuri flest heiðursmerki – 51 gull, 44 silvur og 31 bronsu, meðan Reysti vann næstflest og Ægir triðflest. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag vann heili 12 gullheiðursmerki og 1 silvur (umframt okkurt í stafettum eisini), meðan Signhild Joensen úr Ægir var mest vinnandi genta við 8 gullheiðursmerkjum í einstaklingakappingunum.
Continue reading Úrslit frá BankNordik-stevnuni í Vági 28. – 29. apríl 2012
Month: apríl 2012
Video frá Jóansøkusvimjingini 2011
Ein rættiliga nógv seinkað video her frá Jóansøkusvimjingin í fjør. Sovorðið tekur altíð so mikið nógva tíð at man ræðist, men Bartal segði at eg skuldi bara royna at smekkað stuttar ‘bestu bitar’ saman og so velja eitt av teimum løgum sum YouTube fyrislær. Hetta hóskaði í longd og er um svimjing … 🙂
Innbjóðing til FM/JM í svimjing 11. – 13. mai 2012
Viðfest er innbjóðing til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í svimjing, vikuskiftið 11. – 13. mai 2012, umframt tilhoyrandi tilmeldingarfílur.
Tíðarætlanin er hendan:
- Fríggjamorgun 11 mai – Upphiting kl 08:30, kapping frá kl 10:00
- Fríggjadag 11 mai – Upphiting kl 15:30, kapping kl 17:00 – 19:00
- Leygarmorgun 12 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl. 09:30
- Leygardag 12 mai – Upphiting kl 17:00, kapping kl. 17:00 – 19:00
- Sunnumorgun 13 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl 09:30
- Sunnudag 13 mai – Upphiting kl.15:30, kapping kl. 17:00 – 19:00
OL er við lóg bara fyri offisiellar miðlar og sponsorar
DailyHouse skrivar her at tú prinsipielt risikerar at enda í bretskum gegli, um tú leggur myndir út á alnetið frá einum OL-øki, við tað at bretar við lógini ‘London Olympic Games and Paralympic Games Act of 2006‘ hava givið stjórnini serligar heimildir at verja Olympiskum sponsorum og miðlum.
Continue reading OL er við lóg bara fyri offisiellar miðlar og sponsorar
Dansk Svømmeunion fingið nýggja heimasíðu
Danska svimjisambandið lanseraði í gjár sína nýggju heimasíðu á www.svoem.org, sum í øllum førum grafiskt sær út til at vera eitt stórt frambrot í mun til hina gomlu. Rættiliga skjótt fer eisini ein onnur síða at koma á www.svoem.dk, kallað Svømmesport, ið tey ætlað skal kunna klára seg kommercielt við tíðina, við tíðindum og videoinnsløgum og bloggum og líknandi. Til tað eru tvey lesandi sett at arbeiða parttíð, til at tryggja at nýtt tilfar verður at finna har hvønn dag. Sí tíðindi her á svoem.org.
Norskur journalistur roynir seg ímóti Dale Oen í Flagstaff
Sum tey skriva á www.simma.nu/no, “Norske journalister blir aldri lei av å utfordre norske svømmere i duell.” Gott at síggja at Alex er í gongd aftur, hevur annars havt trupulleikar við akslunum.
Innbjóðing til BankNordik-stevnu í Vági 28. – 29. apríl 2012
Viðfest er innbjóðing frá Suðuroyar Svimjifelag til BankNordik-stevnu hetta vikuskiftið 28. og 29. apríl 2012, fyri gentur 1998 og yngri og dreingir 1996 og yngri. Sum nakað heilt serligt verður møguleiki hjá bólkum 1 og 2 at venja styrkivenjing (dryland) saman við Páli Joensen í svimjihøllini leygardagin kl 15, umframt í hylinum sunnumorgunin frá kl 9:00.
3 áhugaverdar “Speaker’s Corner” røður um svimjiførleika
Teir tríggir Jon Hestoy, Ilkka Keskinen og Hafþór Gudmundsson tosaðu um svimjiførleika hjá børnum í Føroyum, Finnlandi og Íslandi, á “Speaker’s Corner” tiltakinum uppi á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, sum liður í norðurlendsku ráðstevnuni um grundleggjandi svimjiundirvísing. Har var eitt sindur av larmi í hølinum, men eg haldi at tit hoyra tað allíkavæl.
Jon Hestoy
Continue reading 3 áhugaverdar “Speaker’s Corner” røður um svimjiførleika
Grant Hackett vann Olympiskt gull í Sydney 2000 við tíðini 14:48.33
Eitt hugvekjandi afturlit, tá ið hugsað verður um at føroyska metið hjá hjá Páli nú til samanberingar er 14:46.33 frá HM í Shanghai í fjør. “The 1500 freestyle is the only swimming event, that’s been held at every Olympic games”
Myndir frá NEG 2012 ráðstevnuni um vikuskiftið
Orsaka meg, men hetta er sirka tað sum tað er yvirskot til, her, eftir eitt drúgt men áhugavert og stuttligt vikuskifti 🙂
Sí eisini savnið á Flickr



