Eyðbjørn vann silvur í 200 firvald í Bergen

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann silvur í 200 firvald fyri yngri juniorar. Tíðin hjá honum var 2:23.74, meðan tilmeldingartíðin var 2:15.91. Skjótasti yngri juniorur var Morten Wee Hollund við tíðini 2:11.89.
Pál Joensen, Óli Mortensen og Eyðbjørn svumu 400 frí innleiðandi við tíðunum 4:02.11, 4:11.83 og 4:12.08. Pál hevði næstskjótasta tíð í morgun aftaná Anders Lie (3:59.81). Óli og Eyðbjørn høvdu bestu og 3. bestu tíð hjá yngru juniorunum, meðan norski Henrik Christiansen hevði næstskjótastu tíð (4:12.01).
Óli svam eisini 100 blandað innleiðandi og hevði 4. bestu tíð hjá yngru juniorum. Tíðin hjá honum var 1:05.13. Tilmeldingartíðin var 1:05.84.
Í síðstu kapping í morgun svam Magnus Jákupsson 50 bringa innleiðandi. Hann kom á mál sum 4. skjótasti eldri juniorur við tíðini 31.81. Tilmeldingartíðin hjá honum var 30.68.
So eftir øllum at døma fingu allir føroyingarnir antin heiðursmerki ella finalupláss í morgun.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.