Pál svam 4. bestu tíð í morgun í Stockholm. Pál svam í fyrra riðli og kundi tí ikki dúva uppá hvat ið hinir favorittarnir fóru at svimja. Hann helt seg til taktikkin við at leggja varliga út og síðani koyra harðari á mótir endanum.
Rókur skrivar umvegis sms:
“Pál sá knúsandi gott út, lá upp á hjul av japananum, til hann valdi at fara frá. Rouault svam eisini gott, meðan Biedermann og Agnel lúrdu upp á hvønn annan.”
Rouault, Biedermann, Agnel, Bauwens og Lie svumu í seinna riðli. Tær innleiðandi tíðirnar vístu á hesar finalistarnar:
- Sébastien Rouault, Frakland, 3:45.11 – Evropameistari í 800 og 1500 frí
- Paul Biedermann, Týskland, 3:45.69 – Heimsmeistari og heimsmethaldari í 200 og 400 frí
- Yannick Agnel, Frakland, 3:46.25 – Evropa- og juniormeistari í 400 frí
- Pál Joensen, Føroyar, 3:48.85
- Anders Lie, Danmark, 3:49.03
- Jumpei Higashi, Japan, 3:49.89
- Ward Bauwens, Belgia, 3:53.45
- Gard Kvale, Noreg, 3:54.04
Men so komu boð úr Svøríki:
“Rouault meldar frá 400 frí í kvøld, tí hann kom beinleiðis í 400 blandað finalu seinnapartin. Venjarin segði, at hatta mest var til at vita hvar hann var – hevur ikki kappast síðani Budapest”
Hetta merkir at Pál liggur til at fáa eitt heiðursmerki, hvis alt gongur sum tað skal. 8. maðurin í finaluni verður Joost Reyns, Niðurlond, ið svam 3:55.11.
Finalan verður varpað beinleiðis á SVT1 og vónandi eisini umvegis FINA so hon verður at síggja her á svimjing.com/live. Finalurnar byrja kl 14.40 Fo tíð.
Soleiðis svumu teir innleiðandi í Berlin í mun til Stockholm.
Pál
Biedermann
Higashi