Bronsumerkið til Pál í Stokkhólmi

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag bronsu í 400 metra frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 3:46.13.

Kappingin var hørð, og avgerðin var ikki greið fyrr enn á seinasta fimmtimetrinum. Tá ið svimjararnir vendu við 300 metrum bardist Pál við japanska Higashi um 4-5 plássið og tá teir vendu við 350 metrum er Pál á triðjaplássi, bara 5 hundraðpartar frammanfyri danska Anders Lie, ið tó endaði á fimtaplássinum.


Mynd: Pál, Biedermann og Agnel

Venjarin hjá Páli, Jón Bjarnason sigur úr Stokkhólmi, at útleggið var ov spakuligt, men at kappingan annars var javnt og gott svomin. Serstakliga tá hugsað verður um 1500 frí í morgin, var henda kapping svomin soleiðis sum hon skuldi.

Tað er vert at leggja til merkis, at Pál nú liggur so fyri, at tað er rættiliga sannlíkt at hann tekur heiðursmerkið í øllum 6 kappingum, hann hevur svomið til World Cup í ár.

Í morgin klokkan 14:40 føroyska tíð er tað beinleiðis finala í 1500 metra frísvimjing, har Pál er millum favorittarnar. Vit hava ikki fingið endaliga startlistan, men á fyribilslistanum eru Pál og franski Sèbastien Rouault einastu svimjarar, ið hava svomið undir 15 minuttir. Sèbastien Rouault er tann svimjarin, ið vann á Páli til EM í Budapest.

Finalan verður víst beinleiðis í Kringvarpinum, ið byrjar at senda sunnudagin kl. 14:30 frá Stokkhólmi, umframt at til ber at fylgja við tíðum og øðrum á www.svimjing.com/live.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

5 thoughts on “Bronsumerkið til Pál í Stokkhólmi”

  1. Gard Kvale sum bleiv nr 7 í finaluni skrivaði soleiðis aftaná innleiðandi:

    “Elendig bruk av beinspark hele løpet så har masse å jobbe med til finalen i kveld. Ligger som nr 8 så bare å gunne på!!”

    Og aftaná finaluna:

    “7 plass i finalen, men langt ifra noe god til nå heller. Konstanterer hvertfall at kroppen min trenger mer hvile før de gode tidene kommer.”

    Nú slappar hann:

    “Chiller på rommet med Broberg og Snildal. Toy Story 2 på tven!”

    http://twitter.com/GardKvale

    1. Kvale var eisini móður í morgun. Av twitter: “God damn im tired today.. 6am on a sunday. What a life! 200free prelims in 1.30h, wish me luck!!”

      Hann var eini 2 sek frá eitt finalupláss. Tíðin hjá honum var 1:49.94. Tilmeldingartíðin var 1:44.99. Agnel vann á Biedermann í síðsta riðli. Tíðinar hjá teimum vóru 1:46.52 og 1:46.57. Finalan í dag verður spennandi.

    2. Tey ljóða at vera nøgd við avriki hjá Anders:

      “400 m fri, her bliver Anders Lie, Farum/NTC, en flot 5’er i en flot tid på 3.46.95, kun 8/10 sekund fra bronzemedaljen. Tiden udgør også en flot personlig rekord for Anders.”

      Av svoem.dk.

  2. Splitt-tíðirnar hjá Páli í Stockholm (3:46.13), Moskva (3:45.56) og Berlin (3:44.45):

    Splitt-tíðirnar hjá Biedermann í Stockholm (3:41.27) og Berlin (3:42.31):

    Splitt-tíðirnar hjá Higashi í Stockholm (3:46.78) og Berlin (3:48.01):

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.