Nýggja met tíðin hjá Páli Joensen er 14:49.34. Hann setti harvið nýtt danskt junior met og ognaði sær tvey gull heiðursmerki aftrat. Gamla metið (14:50.72) átti Mads Glæsner. Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 15:16.38.
Millumtíðirnar vóru:
Metrar | Tíð | Splitttíð* |
---|---|---|
100 | 56.63 | 56.63 |
200 | 1:57.16 | 1:00.13 |
300 | 2:57.30 | 1:00.14 |
400 | 3:56.83 | 0:59.53 |
500 | 4:56.69 | 0:59.86 |
600 | 5:56.56 | 0:59.90 |
700 | 6:56.18 | 0:59.62 |
800 | 7:56.15 | 0:59.97 |
900 | 8:56.13 | 0:59.98 |
1000 | 9:56.07 | 0:59.94 |
1100 | 10:55.31 | 0:59.24 |
1200 | 11:54.50 | 0:59.19 |
1300 | 12:53.47 | 0:58.97 |
1400 | 13:52.64 | 0:59.17 |
1500 | 14:49.34 | 0:56.70 |
*her má takast fyrivarni fyri feilir í høvuðrokningini hjá mær
Tíverri eyðnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á fólki í Kolding til ítróttartíðindini í kvøld, tí Pál var júst liðugur at svimja.
Men tað verður eitt innslag í tíðindunum í kvøld klokkan 21.00, sum verður endursent klokkan 22.00.
Tað verður helst eisini í tíðindunum klokkan 10 í morgin
vh
Leivur Frederiksen
Kringvarpið
Nú hevur livetiming.dk ikki verið serliga væl koyrandi í dag, men eg haldi at Pál kom á mál beint eftir ítrottartíðindini vóru liðug. Spell at hann ikki kundi svimja skjótari 🙂
Jákup Mørk skrivar her (um teir 1500 í gjár): “Tíðin hjá Páli var 14.49.34, sum er nýtt føroyskt met. Tíðin var 20 sekund betri enn tíðin, sum Pál Joensen vann EM við í summar.”
Men gev gætur at EJM í summar var á langbana, meðan DM í gjár var á stuttbana. Har er ein veldigur munur, sum merkir at Pál ikki ‘bara líka’ kann svimja 1500 undir 15 minuttir á langbana eisini, sjálvt um hann klárar tað í stuttum hyli. Ella sagt ørvísi… um hann kundi tað, so burdi stuttbanatíðin verið betri 🙂
Hann kemur “heim” á 0:56,7 :o)
Eg helt ikki tað kundi passað. 56.7 er simpelthen for skjótt 🙂