Startlisti og skrá til FOMM 2013

Nú leygardagin 16. november frá kl 17 til 20:30 skipar mastersnevndin hjá Svimjisambandi Føroya saman við Ægir fyri fjórðu Føroya Opnu Masters Meistarastevnu, í svimjihøllini í Gundadali. Viðfestir eru startlisti og skrá; kanska eitt sindur tunnt tá ið man hugsar um at kappingin hesuferð er í lutfalsligu fólkaríku Havnini … men um ikki annað, so eru tey bestu við 😛

That feeling

Innbjóðing til FOMM 2013

Leygardagin 16. november 2013 bjóðar Masternevndin hjá Svimjisambandi Føroya saman við Ægir fyri fjórðu Føroysku Opnu Master Meistarastevnu, í svimjihøllini í Gundadali. Heiðursmerki verða latin til tríggjar teir bestu svimjararnar í hvørjum aldurbólki, og tíðarætlanin er til at yvirkoma; frá klokkan 17 til 20, eftirfylgd av hugnaløtu í ÍSF-húsinum. Sí viðfestu innbjóðing.

That feeling