EJM- og NMU-svimjarar komnir til KBH í øllum góðum

Í morgun fóru føroysku liðini avstað til Danmarkar, sum skulu luttaka á EJM í Antwerpen og NMU í Keypmannahavn. Hanna hevur longu fóðra Facebook við myndum og tíðindum, tey eru komin niður og eru svang, hava vist nokk smugla spik við til at klára fyrsta hungurin 🙂

EJM-svimjarar klárir til take-off

EJM-liðið skulu longu í morgin víðari til Belgia, at fyri seg til fyrstu kappingar mikudag, meðan NMU-svimjararnir fara í venjingarlegu í Bellahøj fram til fyrstu kappingar har fríggjadag. Samstundis eru Pál og Jón komnir væl uppá pláss í Rijeka í Kroatia, har teir fínpussa tað síðsta áðrenn OL í London. Ein spennandi tíð hjá føroyingum.

Fylgið við EJM-liðnum á Facebook

Nú leygarmorgunin fer føroyska juniorlandsliðið úr Føroyum, yvir Keypmannahavn til Antwerpen í Belgia, at luttaka á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing. Ferðaleiðarin Hanna í Horni hevur stovnað bólkin “EJM Antwerpen 2012” á Facebook, har til ber at fylgja við fyrireikinunum og vælsagtans túrinum, við myndum frá seinast og líknandi. So um tit vilja vera heilt á forkant við hvussu tað gongst teimum har suðuri í Belgia, er tað har tit skulu fylgja við 🙂

EJM 2012 startlistin sæst nú á netinum

Nú 4. til 8. juli verður árliga evropameistarastevnan fyri juniorar, í býnum Antwerpen í Belgia, við luttøku av 4 ungum føroyingum. Startlistarnir síggjast her, sum ikki óvæntað avdúka at serliga Magnus Jákupsson liggur væl fyri, til at koma í finalu í 50 rygg og hálvfinalu í 50 firvald, umframt at liggja rættiliga nær við hálvfinalu í 100 firvald. Hini trý Heðin L. Olsen, Cecilia Eysturdal og Guðrun Mortensen liggja nærri hinum endanum av startlistanum, tó í heilum væl upp frá botninum,

EJM-liðið 2011

(EJM-liðið í Beograd í fjør. Hópurin er nærum hin sami í ár, tó er Birita nú fallin fyri aldur, og Guðrun komin í staðin)