Signhild so nær bronsu á Bergen Swim Festival 2019

Tað var líka við at Signhild Joensen tók bronsu á annars sera sterka Bergen Swim Festival 2019, nú tey finaluna í 200 metra rygg í kvøld. Gull og silvur fóru trygd til Katinku Hosszu og Jenny Mensing; meðan norska Ingeborg Vassbakk Løyning tók bronsuna við 2:16.10, frammanfyri Signhild á 2:16.42.

Continue reading Signhild so nær bronsu á Bergen Swim Festival 2019

Føroyingar í finalur eisini 3. dag á Bergen Swim Festival 2019

Tey eru nú komin til triðja og síðsta dag á Bergen Swim Festival 2019, har tey í morgun hava avgreitt innleiðandi riðlarnar. Signhild Joensen er víðari til A-finalu í 200 metra ryggsvimjing, og aðrir svimjarar eru eftir øllum at døma eisini víðari til B-finalur.

Continue reading Føroyingar í finalur eisini 3. dag á Bergen Swim Festival 2019

Føroyingar í finalur eisini 2. dag á Bergen Swim Festival 2019

Føroysku svimjararnir hava aftur í dag roynt seg í innleiðandi riðlum á Bergen Swim Festival 2019, og eru fleiri av teimum víðari til finalurnar seinnapartin, umframt at Vár E. Eidesgaard og Eyðrið Mortensen eru beinleiðis víðari til skjótasta riðil í 1500 frí.

200 frí menn

  • 41 Johan N. Dam (2002), HS 2:00.21
  • 43 Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 2:01.72

200 frí kvinnur

  • 16 Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2:08.46 – Víðari til B-finalu
  • 35 Barbara Debes (2000), Ægir 2:14.54

50 firvald menn

  • 45 Rói Bech (2001), SuSvim 27.55

50 firvald kvinnur

  • 32 Barbara Debes (2000), Ægir 30.42
  • 57 Birita Debes (1995), FLOT 31.47
  • 64 Kristina í Skála (2005), HS 32.95

200 bringa menn

  • 12 Rókur Trygvason (2000), Ægir 2:26.11 – Víðari til B-finalu

200 bringa kvinnur

  • 28 Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 2:55.20
  • 31 Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 2:57.24

100 rygg kvinnur

  • 7 Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.41 – Víðari til A-finalu
  • 19 Eyðrið Mortensen (2003), HS 1:09.60
  • 29 Kristina í Skála (2005), HS 1:10.80

200 blandað kvinnur

  • 35 Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 2:36.55

Góðar tíðir eisini fyrsta finalukvøld á BSF 2019

Føroyingarnir hava svomið ókey skjótt í dag á Bergen Swim Festival 2019, bæði í innleiðandi í morgun og síðani í eftirfylgjandi finalum.

  • Rókur Trygvason (2000), Ægir svam seg til 1:06.64 og eitt 6. pláss í B-finaluni í 100 bringu – Besta tíð er 1:06.14
  • Signhild Joensen (2000), Ægir svam seg til 29.74 og eitt 8. pláss í A-finaluni í 50 rygg – Besta tíð er 29.54
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS svam seg til 9:08.50 og eitt 6. pláss og føroyskt met í skjótasta riðli í 800 frí

Vár 9:08.50 og føroyskt met í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í kvøld nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2019 svam teinin uppá 9 minuttir, 8 sekund og 50 hundraðpartar. Vár átti sjálv føroyska metið á 9:09.34, frá Danish Open í 2016. Sí úrslitalistan her

Stroyming frá Bergen Swim Festival 2019

Her er leinki til stroyming frá Bergen Swim Festival 2019: https://superlive.staylive.tv/

B-finalurnar byrja kl 17:00 Bergen-tíð, sum er kl 16:00 í Føroyum
– Har skal Rókur Trygvason royna seg í 100 bringu

A-finalurnar byrja kl 18:00 Bergen-tíð, sum er kl 17:00 í Føroyum
– Har skal Signhild Joensen royna seg í 50 rygg, umframt at Vár E. Eidesgaard svimur í skjótasta riðli í 800 frí

Skjótar tíðir, fyrsta morgun á Bergen Swim Festival 2019

Tey eru liðug við fyrstu innleiðandi riðlar á Bergen Swim Festival 2019, og hóast støðið er munandi harðari enn á somu stevnu í fjør, so megnaðu Signhild Joensen og Rókur Trygvason at svimja seg víðari til finalurnar í kvøld, umframt at Vár E. Eidesgaard longu er skrivað upp til skjótasta riðil í 800 frí.

Pepp-fundur á BSF 2019 í morgun. Anita R. Nysted eigur myndina
Continue reading Skjótar tíðir, fyrsta morgun á Bergen Swim Festival 2019