OL-finalan í 1500 frí verður leygarkvøldið 4. august kl 19:36

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt skránna fyri svimjistevnuni á Olympisku Leikum í London 2012, enntá við áseting av nær tey meta at hvør einstaka kapping byrjar og endar. Fyri okkum føroyingar er tað nokk serliga kappingini í 1500 metra frísvimjing hjá monnum sum er áhugaverd, har innleiðandi riðlarnir byrja fríggjadagin 3. august kl 10:27 (fyri at enda umleið klokkan 12:01), og har finalan so er síðsta kvøld á OL-svimjistevnuni, leygarkvøldið 4. august kl 19:36.

One thought on “OL-finalan í 1500 frí verður leygarkvøldið 4. august kl 19:36”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.