Danir fáa bara éin kjans at kvalifisera seg til HM í Shanghai

Sportchef Lars Sørensen greiðir her á politiken.dk frá nýggja háttin hjá danska svimjisambandinum at taka út til altjóða meistarastevnu, har svimjarin nú fær éin og bara éin kjans at klára kravtíðina í hvørjari svimjigrein. Fyrr hava tey havt eitt tíðarskeið at klára kravtíðina í, sum vit eisini kenna herfrá í Føroyum; men nú fara tey til skipanina sum vit kenna frá til dømis Avstralia og USA, at kravtíðin skal klárast á éinari stevnu, sum í danska førinum er Danish Open frá í morgin til sunnukvøldið. Og har enntá bara í finalupartinum, til at simulera pressið á altjóða meistarastevnu.

2 thoughts on “Danir fáa bara éin kjans at kvalifisera seg til HM í Shanghai”

  1. Eg haldi, at tað simuleraða kappingar pressið hjá dønum er lítið vert, hvis man, sum Mads, kann klára kravtíðirnar á skrivaraborðinum.

    “…danska skipanin er soleiðis, at av tí Mads hevur klárað kravtíðina í 400 frí, so sleppur hann eisini at svimja 1500 í Shanghai…”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.