Phelps donerar milliónina frá Speedo til vælgerðandi endamál

Michael Phelps fekk sum kunnugt eina millión (av dollarum!) frá Speedo, sum bonus fyri at klára at vinna meira enn 7 gull í Beijing. Men nú velur hann at koyra allan hendan pening í ein grunn kallaður “The Michael Phelps Foundation”, at brúka til at breiða út eina undirvísingarætlan kallað “Dream, Plan, Reach”, sum hann sjálvur hevur havt nógva nyttu av. Hugsjónin í hesum ‘programmi’ er longu sum barn at seta sær mál, sum man so leggur ætlanir fyri hvussu man skal røkka, og annars følir persónliga ábyrgd fyri at royna at náa. Sovorðið sum at eitt sunt og heilsugott lív er neyðugt, um tú skal kunna náa tínum dreymum. Lesið SwimInfo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.