So byrjar FM í svimjing

Svimjihøllin í Gundadali steingir fyri almenningin í kvøld, og í morgin árini byrjar so føroyska meistarastevan í svimjing 2007. Sjónvarpið sendur bara frá finalunum leygarkvøldið; men tað er vónandi ikki tí at tey vænta at hon verður keðilig í ár, tí so taka tey so logandi feil. Besti føroyski svimjihópurin nakrantíð er klárur at vísa hvat tey duga, her bara 64 dagar undan Oyggjaleikir.

Um nakar lesari her ikki veit hvussu FM er skipað, so kann eg stutt nevna at tey hvønn dag svimja innleiðandi um morgunin, og finalur í somu kappingum um kvøldið. Undantakið er 800 og 1500 frí, sum vanliga verður svomin sum direkta finala um morgunin; tvs. uttan eyka finalu um kvøldið (ikki tí, í ár kundu tey nú gott flutt síðsta riðil til um kvøldið, nú vit ikki skulu taka hædd fyri SVF… truplleikin er nevniliga, so vítt sum eg veit, at langteinakappingar taka ov langa tíð, í mun til hvat man heldur at vanlig fólk tíma at hyggja).

So um morgunin royna tey bestu at spara seg, so vítt tey kunnu uttan at enda uttanfyri tey 6 finaluplássini. Eitt sindur veikari svimjarar kempa fyri at koma í finaluna, og restin brúkar alt sítt krút, tí tey allíkavæl bara fáa tann eina kjansin. Greinar við færri enn 6 luttakarum verða vanliga ikki svomnar um morgunin, tí at allir svimjararnir allíkavæl koma í finaluna, um bara teir ikki verða kolldømdir.

Um vit hyggja at skránni, og at hvørjir svimjarar sum skulu svimja kappingarnar, so síggja vit týðiliga at hetta veruliga kann verða besta FM nakrantíð. Í øllum førum tá ið tað kemur til ferð, tí har eru so nógvar kappingar har besti svimjari eigur metið, og annars ein rúgva har vit kunnu vænta nakrar harðar holmgongur.

Fríggjadag (innleiðandi kl 09:00, finalur kl 18:15)

  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 50 firvald menn, her luttaka nógvir góðir sprintarar
  • 200 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 200 bringa menn, tøtt holmgonga millum Pál Joensen og Jákup Øssurson
  • 800 frí kvinnur, methavarin Jutta Thomsen svimur tíverri ikki, men Mona Simonsen eigur metið á langbana
  • 1500 frí menn, Pál Joensen eigur metið og svimur
  • 50 firvald kvinnur, her luttaka nógvir góðir sprintarar
  • 200 rygg menn, Kári á Høvdanum eigur metið og svimur
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 200 blandað menn, tøtt holmgonga millum Andrass Thomsen og Pál Joensen
  • 50 bringa kvinnur, Karina Petersen eigur metið og svimur
  • 100 frí menn, Kristian Olsen og Dánjal Martin Hofgaard eru heilt nær metinum, og svimja
  • 4×100 frí kvinnur
  • 4×100 blandað menn

Leygardag (innleiðandi kl 09:00, finalur kl 18:15)

  • 400 frí kvinnur, tøtt holmgonga millum Juttu Thomsen og Monu Simonsen
  • 100 firvald menn, tøtt holmgonga millum Pál Joensen og Kára á Høvdanum
  • 200 firvald kvinnur, møguliga Shaila í serflokki, men við Bjørg og Nataliu í hølunum á sær
  • 200 frí menn, Andrass Thomsen eigur metið og svimur, men fær harða kapping frá Pál
  • 100 bringa kvinnur, tøtt kapping millum Karinu Petersen og Maluna Bærendsen, nær metinum
  • 50 rygg menn, Kári á Høvdanum eigur metið og svimur
  • 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 100 blandað menn, Beinir E. Danielsen eigur metið og svimur, við Andrass og Pál í hølunum á sær
  • 400 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 100 bringa menn, tøtt holmgonga millum Pál Joensen og Jákup Øssurson
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur, við Shailu og Guðruna H. Jacobsen í hølunum á sær
  • 4×100 frí menn
  • 4×100 blandað kvinnur

Sunnudag (innleiðandi kl 09:30, finalur kl 16:05)

  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen er rímiliga nær metinum
  • 100 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 400 blandað menn, ok ein svipsari, bara Pál svimur her, um enn rímiliga nær metinum
  • 100 firvald kvinnur, her verður tøtt kapping millum Bjørg og Shailu, og kanska Nataliu Reinhardt
  • 400 frí menn, Pál Joensen eigur metið og svimur, men Andrass kann eisini gera seg galdandi her
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 100 rygg menn, Kári á Høvdanum eigur metið og svimur
  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre eigur metið og svimur
  • 200 firvald menn, holmgonga millum Kára og Pál, báðir hava átt metið seinasta árið
  • 200 bringa kvinnur, Malan er nær metinum, men annars hørð kapping millum tríggjar
  • 50 frí menn, her eru Kristian Olsen og Pauli Ø. Mohr heilt nær metinum, og annars ein rúgva í hølunum á teimum
  • 4×50 frí kvinnur
  • 4×50 frí menn

Altso sum heild ein rúgva av kappingum har bestu svimjarar annaðhvørt eiga metið ella eru heilt nær tí. Og hóast tað í summum førum er rættiliga langt niður til nummar tvey, so eru tað líka nógvar har tey næstu hava møguleika at koppa nummar 1. Man veit jú ongantíð heilt hvussu dagsformurin er, og um nakar kanska rakar formtoppin betur enn hini.

Sum sagt, so sendir SVF bara frá finalunum fríggjakvøldið, og tað handlar tí um at fara niðan at hyggja. Tað kostar millum lítið og einki at koma inn, tey taka nakrar krónur fyri eina skrá, og útsiktin er frálík frá balkongini av. Umframt úr kantinuni, har HS plagar at diska upp við nógvum góðum, fyri ein rímiligan penga. So komið bara niðan og hjálpið til at gera hesa stevnuna ógloymandi.

One thought on “So byrjar FM í svimjing”

  1. Guðrun H. Jacobsen 1.01 í 100m frí. Uhh hettar lovar at tað verður ein spennandi finala um 2,3 & 4 plássi í tí at har eru Jutta og Shalia við nærum somi tíð sum Guðrun. Elspa kanska fær undir 58.0 ?

    50 firvald hjá monnum, halló har er jú eitt sindur at taka av :)) Petur Mc undir 27.0 men annars er sera tætt frá 2-6 pláss. Skal hettar verða gull nr.2 hjá Pál ?

    200 blandað kvinnur, Elspa!!! so er tað Lisbeth í roynir eftir 2.27 (OYL) og Jutta sum kanska ætlar sær at hanga í Lisbeth ?

    200bringa hjá monnum. Jákup Ø, hvat hevur hann í sær ? og hvat kann Pál her ? Og so er tað Frans, bert 14 ár við 2.35, hettar verður nokk ein av teimun sera spennandi finalunum.

    50 firvald kvinnur. Enn einaferð Guðrun H. Jacobsen við einari flóttari tíð, men hin “gamla” av Tvøroyri svam upp til sítt besta og liggur sum favorittur. Ein má tó ikki gloyma Bjørg og Nathaliu, henda seinna svam 1.02 í 100 frí, sá gott út.

    200m rygg hjá monnum. Uttan ein sjúkan Høgna Miné, so verður tað Høvdas sum skal berjast við klokkuna aleinaður. Svein dámar ikki 200m :))

    100 rygg gentur. Elspa!!! og so Mona og Helena (VS) Her er saknir í einari Bjørg sum hevur svomi góðar 50metrar í seinastuni.

    200m blandað hjá monnum. Kanska ein gysari ? Andrass Thomsen vs. Pál Joensen. Hvør verður tað ? Andrass er ikki við í OYL høpinum, so her er okkurt at svimja um.

    50m bringa hjá kvinnum. Karina tók sær av løttum, er jú nokk so trygg. Og so sá man eina unga Leirvíks gentu Ingunn Olsen, bert 12-13 ár og 0.37.5, jú kanska er vón fyri bringusvimjingini hóðast alt. Malan (TS) kempar um eitt OYL pláss, er nær við, men tað er ikki nokk.

    100m frí hjá monnum. Uha Uha, K.O (Ægir) sá gott út við sínum 53.7, men har vóru fleiri í sóðu út til at taka sær av løttum við 54-55sek, so her er einki avgjørt :))

    4x100m frí hjá kvinnum. So sum Guðrun (HS) svam í morgun, so eiga HS genturnar at geva TS kapping um 1. plássi. TS vann FM2006 og Fø-Met.. Men tær genturnar mugu svimja væl betur í kvøld um gulli skal vera verandi á Tvøroyri.

    4x100Blandað hjá monnum. FS sær út til at svimja gulli heim uttan stórvegis mótstøðu. HS er enn nakað langt vekk frá fortíðar styrki.

    Eitt spennandi finalukvøld verður tað so, og uttan SVF sum leggur allar kreftur í vánaligan fótbólt runt landi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.