Úrslit frá SuSvim Open 26. og 27. september 2015

Her eru úrslitalistarnir frá SuSvim Open í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri nú leygardagin og sunnudagin 26. og 27. september fyri SuSvim Open, í nú skjótt stongda skúlahylinum.

20150307_DSC3118

Met

Mest merkisverda úrslit var væl tá ið Signhild Joensen úr Ægir setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, við at taka 2.53 sekund av tí gamla sum hon sjálv átti frá FM í mai mánaða, so at metið nú eitur 2:15.64.

Nálir

Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir svam seg til silvurnál við stjørnu, tá ið hon vann kappingina í 200 metra frísvimjing við tíðini 2:07.38.

Rókur Trygvason úr Ægir svam seg til silvurnál, tá ið hann í 200 metra frísvimjing varð nr 4 við tíðini 2:03.53.

Heidi Eliasen, Ronja Ró í Dímun og Sakaris Sakarisson úr Havnar Svimjifelag svumu seg til talentnálir, tá ið tey í 50 metra frísvimjing svumu teinin uppá ávikavíst 35.27, 35.50 og 31.00 sekund.

Hægstu FINA stig

Frægastu úrslit vóru sambært SwimRankings tá ið Signhild Joensen setti juniormetið í 200 metra ryggsvimjing, sum rakk til 679 FINA stig, og hjá monnum tá ið Alvi Hjelm eisini úr Ægir svam seg til 651 FINA stig í 200 frí.

Top-10 listin yvir FINA stig

  1. Signhild Joensen (2000), Ægir 2:15.64 í 200 rygg (679 FINA stig)
  2. Signhild Joensen (2000), Ægir 1:02.97 í 100 rygg (667 FINA stig)
  3. Jana B. Thomsen (2000), Ægir 2:07.38 í 200 frí (657 FINA stig)
  4. Sára R. Nysted (2001), SuSvim 58.74 í 100 frí (654 FINA stig)
  5. Alvi Hjelm (1996), Ægir 1:54.61 í 200 frí (651 FINA stig)
  6. Sára R. Nysted (2001), SuSvim 2:08.29 í 200 frí (643 FINA stig)
  7. Sára R. Nysted (2001), SuSvim 4:32.35 í 400 frí (648 FINA stig)
  8. Alvi Hjelm (1996), Ægir 4:34.32 í 400 blandað (632 FINA stig)
  9. Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 33.60 í 50 bringu (629 FINA stig)
  10. Astrið Foldarskarð (1994), HS 27.17 í 50 frí (625 FINA stig)

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Samanumtikið vann Ægir flest gullheiðursmerki tilsamans, SuSvim næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest.

Felag Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Ægir 15 5 14 34
SuSvim 12 12 6 30
HS 5 15 12 32
Reysti
Tilsamans 32 32 32 96

Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar

Mest vinnandi svimjarar vóru Sára R. Nysted og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag, Sára við 5 gullheiðursmerkjum og 4 úr silvur, og Róland við 5 gullheiðursmerkjum, 2 úr silvur og 1 úr bronsu.

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Sára R. Nysted (2001), SuSvim 5 4
Róland Toftum (1998), SuSvim 5 2 1
Alvi Hjelm (1998), SuSvim 5 1 1
Óli Mortensen (1996), HS 4 4 1
Signhild Joensen (2000), Ægir 3 3 2
Jonna B. Thomsen (1996), Ægir 3 1 1
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 3 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 2 4
Astrið Foldarskarð (1994), HS 1 1 1
Jana Thomsen (2000), Ægir 1 4
Beinta Debes (1997), HS 2 1
Marius Gardshodn (1998), HS 2 1
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 2 1
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2 1
Birni Sigvardsen (1999), HS 2
Niels Nattestad (1998), HS 1 2
Lív E. Eidesgaard (1999), HS 1 1
Rókur Trygvason (2000), Ægir 4
Rói Bech (2001), SuSvim 3
Emma F. Nyström (1996), HS 2
Denis Voropaev (2000), Ægir 1
Hugin Næs Lave (2001), SuSvim 1
Johan Hofgaard (1998), HS 1
Lena Rannváardóttir (1998), HS 1
Tilsamans 32 32 32

Aldursforseti

Elsti svimjari á stevnuni var Heri Mortensen árgang 1966 úr Suðuroyar Svimjifelag, sum við tíðini 1:11.52 svam seg til eitt respektabult 8. pláss í 100 metra frísvimjing, millum 21 luttakandi.

Heri skrivaði soleiðis á Facebook, leygardagin:

“Seinasta kappingin… All blues today.. Her tráddi eg míni unglinga fet, svam mínir fyrstu metrar, fekk vinir fyri lívið, svimjingin broytti meg og varð avgerðandi í míni framtíd.. Fari í morgin at taka 100m, svam eisini her fyri 35 árum síðan – fyrstu ferð Vágs svimjifelag skipaði Jóansøkusvimjing í 1980, dótturin svimur eisini í morgin, søga..”

susvim-open-sep-2015-urslit.html

RE150924.txt

Results_Vágur_2015-09-24.lef

One thought on “Úrslit frá SuSvim Open 26. og 27. september 2015”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.