Pál 15:10.35 og gull í 1500 frí á MOM Marseille 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani sítt næsta gullheiðursmerki á “Meeting Open Méditerranée 2015” í Marseille, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:10.35. Tíðin var nýtt stevnumet, sí úrslitalistan her, og hartil triðbesta tíð í heiminum í ár, sí SwimmingWorld.



Tað varð sum væntað eitt sololøb hjá Páli, við tað at munurin á tilmeldingartíðum var nokk so stórur millum hann og teir næstu.

Men týski Jacob Heldtmann var tó ikki púra eiðasørur, tá ið hann nú svam væl skjótari enn sína tilmeldingartíð á 15:40.00, til at vinna silvur við tíðini 15:15.36.

Hann dragnaði gott nokk næstan beinanvegin eina hálva til heila kroppslongd afturum Pál, men lá so har og kempaði, til bara at enda einar fimm kroppslongdir aftanfyri, tá ið alt var liðugt.

Splitt-tíðir hjá Páli

Splitt-tíðir hjá Heldtmann

Brasilski Brandonn Almeida vann bronsu við tíðini 15:34.59.

A-kravtíðin hjá FINA er 15:14.77, til at kunna kvalifisera seg til OL í Rio, har teirra kravtíðarskeið er frá 1. mars 2015 til 3. juli 2016. Pál hevur sostatt nú klárað krøvini sum FINA og IOC seta, hartil eg tó má skunda mær at siga, at Dansk Olympisk Komite kann hava ørvísir (herdar) reglur um hvar og nær kravtíð kann setast.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.