‘Sikken en fest’, fyrsta finalukvøld á RIG 2015

Hóast fyrsta finaluumfar á Reykjavík International Games 2015 byrjaði heldur ørvísi við at vera myrkalagt fyrsta tíman vegna streymslit, so varð tað til eitt festfýrverkarí fyri føroyingar, tá ið finalurnar sum skuldu taka tveir tímar vórðu avgreiddar uppá éin. Tilsamans fýra føroysk met og fýra juniormet varð tað til, umframt 3 gull, 3 silvur og 4 bronsuheiðursmerki.

(RIG 2015 í myrkri. Jón Bjarnason eigur myndina)

Í 50 rygg fyri menn var eingin føroyskt luttøka, so har vunnu vit sjálvsagt einki.

Í 50 bringu fyri kvinnur vunnu Ásbjørg Hjelm úr Ægir og íslendska Karen Sif Vilhjálmsdóttir gull við somu tíð 34.61, sum samstundis var nýtt føroyskt met og juniormet hjá Ásbjørg. Hanna Lervig úr Reysta vann B-finaluna við 39.04.

Í 50 firvald fyri menn varð Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag nummar fýra við tíðini 26.25, sjey hundraðpartar aftanfyri danska bronsuvinnaran Nicolas Blanch á 26.18.

Í 50 frí fyri kvinnur varð Signhild Joensen nr 6 í A-finaluni við 28.43, meðan Jana Thomsen úr Reysta varð nummar 2 í B-finaluni við tíðini 29.09, og systrarnar Victoria og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir ávikavíst nummar 3 og 6 í B-finaluni við tíðunum 29.23 og 29.52.

Í 400 frí fyri menn vunnu Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir ávikavíst gull og silvur við tíðunum 4:05.02 og 4:13.08.

Í 200 blandað fyri kvinnur vann Sára R. Nysted silvur við tíðini 2:27.91, sum samstundis var nýtt føroyskt juniormet.

Í 200 rygg fyri menn var eingin føroysk luttøka.

Í 100 rygg fyri kvinnur vann Signhild Joensen úr Ægir bronsu við tíðini 1:07.49, sum samstundis var nýtt føroyskt juniormet.

Í 100 bringu fyri menn vann Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við tíðini 1:10.31, meðan Rókur Trygvason úr Reysta vann B-finaluna við tíðini 1:14.58.

Í 200 bringu fyri kvinnur vunnu Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag ávikavíst gull og bronsu, Ásbjørg við nýggjum føroyskum meti og juniormeti 2:44.46, og Sára R. Nysted við eisini óføru tíðini 2:49.10.

Í 200 firvald fyri menn varð Óli Mortensen nummar fýra við tíðini 2:09.45, sum var nýtt føroyskt met.

Í 100 firvald fyri kvinnur var eingin føroysk luttøka.

Í 100 frí fyri menn vann Alvi Hjelm úr Ægir silvur við tíðini 54.27, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nummar fimm við tíðini 55.47, og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag nummar 7 við 56.09.

Og í 200 frí fyri kvinnur vann Cecilia W. Eysturdal bronsu meðan lítlasystur Victoria W. Eysturdal varð nummar fýra, tá ið Cecilia við tíðini 2:08.02 setti nýtt føroyskt met, og Victoria svam 2:12.86.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.