Pál 2:15.56 og føroyskt met í 200 bringu

Tað frættist úr Havn í morgun, at Pál Joensen hevur sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:15.56, har metið hjá honum frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:16.06. Hetta var á SMS-stevnuni í Gundadali, har hann til nú hevur sett 3 føroysk met, íroknað tvey sum strika met frá 'superdrakt-tíðini' av.