Framúrskarandi byrjan fyri føroysku juniorsvimjararnar í Beograd

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

BREAKING NEWS: FØROYINGUR Í SEMIFINALU TIL EJM

Føroysku juniorsvimjararnir komu í øllum góðum fram til Beograd í Serbia sunnukvøldið, eftir at hava vant nakrar dagar í langhylið í Aldershot, Onglandi. Á liðnum eru svimjararnir: Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal, Magnus Jákupsson og Heðin L. Olsen. Ferðaleiðari er Hanna í Horni og venjari er Petur Heðin á Fløtti.

Magnus við kantin í Tašmajdan

Tvey føroysk met og semifinalupláss til Magnus

Í morgun 6. juli varð so lagt til brots í minningarríka Tašmajdan svimjihylinum. Ikki kann sigast annað, enn at úrslitini gjørdist framúrskarandi frá fyrsta startskotið, í 50 m firvaldasvimjing svam Magnus 25.00, nýtt føroyskt met og eitt 12. pláss, ið merkir, at hann er í semifinaluni í kvøld. Einasti norðurlendingur, ið fekk betri tíð enn Magnus var danin Søren Dahl ið er árgang 1993 við tíðini 24.84. Magnus er í yngsta árganginum meðan Søren er í tí elsta árganginum. Eisini í 100 metra ryggsvimjing megnaði Magnus Jákupsson at seta føroyskt met og juniormet, við 58.51 har metini hjá honum frá Small States stevnuni í 2010 vóru 1:00.19. Ein flott betring av bestu tíð, sum rakk til eitt 28. pláss millum teir 44 luttakandi á EJM í Beograd

Leirvíkingurin Heðin L. Olsen luttók eisini í 50 firvaldasvimjing, við einum fyri okkum føroyingar faktiskt heilt ókey úrsliti, 27.38 og 2 pláss upp frá botninum í hesu harðu kapping, til at liggja millum báðar bosniarnar har. Teir báðir Magnus og Heðin svumu vegna væntandi aktuellari langhyljatíð í allarfyrsta riðli, ímóti einum makedóna sum átti tilmeldingartíð 27.84 og einum ukraina eisini uttan tilmeldingartíð.

Birita Debes svam í morgun 1:01.76 í 100 metra frísvimjing á EJM í Beograd, har føroyska juniormetið hjá Ceciliu W. Eysturdal frá DÅM 2010 er 1:01.74. Cecilia sjálv svam 1:03.62, forkølað sum hon er í serbiska høvuðsstaðnum. Tær gjørdust ávíkavist nr 42 og 46 av 48 luttakandi.

Semifinalan i 50 firvaldasvimjing verður seinnapartin í dag kl. 17:07 lokala tíð tað er kl. 16:07 føroysk tíð. Lukkast tað Magnusi at koma í finaluna, verður hon svomin kl. 17:26 føroyska tíð. Sambært fyriskiparunum verða finalurnar at síggja beinleiðis á netinum, sí www.belgrade2011.rs og annars www.svimjing.com/live.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

——

Liðið hevur telefon 59 75 59

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.