Jóansøkusvimjing í morgin 24. juni 2011

CIMG3885Aftur í ár skipar Suðuroyar Svimjifelag fyri havsvimjing á Jóansøku, í annaðkvøld 24. juni klokkan 19:00. Tey verða í øllum førum eini 20 úr Havnar Svimjifelag sum fara at svimja, umframt suðuroyar og klaksvíkingar, og hvør sum nú annars legst afturat áðrenn startskotið í morgin.

Jóansøkusvimjingin 2011

CIMG3970Svomið verður sama tein sum í 2009, umleið 870 metrar í beinari linju úr Líðini vestan fyri atløguna hjá Smyrli og yvir á keiina á Tvøroyri. Svimjararnir møtast umborð á Johonnu í seinasta lagi kl 18, og verða so skjútsaðir yvir um fjørðin, at byrja hinumegin.

CIMG3999

CIMG3931Heiðursmerkjahandan verður beint eftir svimjingina, og møguleiki hjá svimjarunum at brúsa sær í Tvøroyrar skúla. Kostnaðurin er 0 kr, men svimjararnir mugu eiga ella lána sær vátdrakt at vera í.

SANY1415

Áhugaðir svimjarar kunnu melda til við at senda teldupost til susvim (kurla) gmail.com, ella við at møta í møluni. Upprunaliga innbjóðingin sæst her.

CIMG3946

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.