Krista koyrir á í Berlin

Krista Mørkøre hevur í morgun svomið 100 frí og 50 firvald, á German Open svimjistevnuni í Berlin. Í 100 frí svam hon seg undir EM kravtíðina við einum sekundi, tá ið hon megnaði at svimja 100 frí á langgeil uppá 1:15.08. Og í 50 firvald betraði hon seg imponerandi niður á 46.42 á langgeil, har hennara besta stuttgeilatíð var 49.90. Í báðum greinum vann hon silvur, afturat bronsuheiðursmerkinum í 50 frí frá í gjár.

2 thoughts on “Krista koyrir á í Berlin”

  1. Hmf, hetta má vera minst 10. ferð at fingrarnir skrivaðu Kristina meðan eg hugsaði Krista. Kanska tí at elsta dótturin eitur Joan Kristina.

    Yvirskiftin er tí (nú) rættað omanfyri, og leinkið tí eisini broytt.

    Sorry Kristina Krista 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.