Marriott bretskur meistari, aðru ferð hann svam 50 firvald

20 ára gamli Jack Marriott byrjaði fyrst í ár at svimja ‘seriøst’, við at fara frá 3 venjingum um vikuna til 6, við síðuna av lestrinum til verkfrøðing á University of Oxford. Hann hevur svomið eitt sindur tá ið hann var yngri, men tað var nú bara aðru ferð at hann svam 50 firvald á langgeil, tá ið hann sunnudagin gjørdist bretskur meistari við tíðini 24.33, sum samstundis er besta tíð í Bretlandi í ár. Fyrru ferð gjørdist hann bretskur universitetsmeistari, við tíðini 24.56. Bretar taka ikki út nakran til HM fyri 50 firvald, men í morgin svimja teir 100 firvald.

3 thoughts on “Marriott bretskur meistari, aðru ferð hann svam 50 firvald”

    1. Hasin kemur ikki nær at kravtíðini í 100m

      Annars ótrúligt sum bretar eru vánaligir til sprint hjá monnum. Síðan Mark Foster hevur eingin maður gjørt um seg í sprint, og sjálvur Foster var bert við í 50m frí í stuttgeil. 50m í langgeil var ov langt hehe.

      Men teir hava so onkran kvinnuligan sprintara í heimsflokki í løtuni, og tað í 100m rygg, firvald og frí.

      1. Bara fyri at vísa munin, so er 50m splitt tíðin frá seinastu HM finalu í 100m firvald so skjót sum 22,69 ella 4 metrar framman fyri bretan tá ið teir venda fyri at svimja hinvegin aftur hehe.

        Annars hevur Mark Foster megna 23,51 í 2003 og sigur tað væl eitt sindur um støði hjá bretum beint nú tá ið okur tosa sprint firvald.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.