2 føroysk met og 4 juniormet á Ægir stevnuni í gjár

Tíðindi frá SSF: Ægir-stevna 13 mars 2010

Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 føroyskt met og 4 juniormet vórðu sett, afturat eini rúgvu av persónligum metum.

DSC_3016

Cecilia Eysturdal, Eva Trygvadóttir, Turið S. Christiansen og Monika Biskopstø úr Ægir settu nýtt føroyskt met í 4 ferðir 200 metra frísvimjing fyri kvinnur, við tíðini 8:58.93. Tvøroyrar Svimjifelag átti gamla metið, á 09:13.10 frá kapping í Tórshavn í 2005.

Tær fýra úr Ægir settu samstundis eisini nýtt føroyskt juniormet í greinini, við tað at tær allar eru nóg ungar til at kunna seta juniormet. Eingin átti juniormetið áðrenn, men Svimjisamband Føroya hevði ásett kravtíð á 09:50.21 til at kunna seta juniormet, sum tær fýra altso megnaðu at fara niðurum við 51 sekundum og 28 hundraðpørtum.

DSC_3070

Og Cecilia Eysturdal setti samstundis sum fyrsti svimjari á Ægir liðnum nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, við tíðini 2:09.82. Dagmar M. Winther úr Havnar Svimjifelag átti her gamla metið, sum var 2:11.68.

Eyðbjørn Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu nýtt føroyskt met í 4 x 200 metra frísvimjing fyri menn, við tíðini 8:11.26. Her vóru tað Bogi Lenvig, Heini Harryson, Kristoffur Hentze og Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag sum átti gamla metið, við tíðini 8:11.62 frá Føroyameistarastevnuni í 1999.

Hjørtur á Fløtti, Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre og Bjarni M. Petersen úr Ægir settu nýtt føroyskt juniormet í 4 x 200 metra frísvimjing fyri menn, við tíðini 8:46.71. Eingin átti juniormetið áðrenn, men Svimjisamband Føroya hevði ásett kravtíð á 08.52.44 til at kunna seta juniormet.

CIMG2281

Og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 50 firvald, við tíðini 30.29 sekund. Astrið Foldarskarð úr Svimjifelagnum FLOT átti her gamla juniormetið, á 30.50 sekund frá landsdystinum ímóti Íslandi í heyst.

Seinnapart leygardag vóru finalurnar á 50 metra teinunum svomnar sum ‘útskiljingskapping’, har spakuligasti svimjari verður tikin úr kappingini eftir hvønn riðil, og restin so svimur finaluna um aftur og um aftur, við millumbili á 2 minuttir ímillum hvønn riðil, inntil bara éin svimjari er eftir. Her vann Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag í 50 firvald fyri kvinnur, Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag í 50 firvald fyri menn, Birita Debes úr Svimjifelagnum FLOT í 50 rygg fyri kvinnur, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag í 50 rygg fyri menn, Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag í 50 bringu fyri kvinnur, Jón Hofgaard úr Suðuroyar Svimjfelag í 50 fyri menn, Cecilia Eysturdal úr Ægir í 50 frí fyri kvinnur, og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjfelag í 50 frí fyri menn.

CIMG2240

Hartil var kapping eisini fyri Masters-svimjarar, leygardag seinnapart, sum eru svimjarar eldri enn 25 ár. Her var serliga Havnar Svimjifelag væl fyri, við flestu luttakarum av øllum luttakandi feløgum, harav onkur var 65 ár. Millum vinnararnar kunnu nevnast Karina Petersen, Hákun Steingrímsson, Árni Winther, Aksel Haraldsen, Eyðun Húsgarð, Petur Heðin á Fløtti, Eyðun Bærentsen, Bogi Hansen, Høgni Mikkelsen og Jon Hestoy.

Til ber at síggja úrslit, myndir og video á www.svimjing.com

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

2 thoughts on “2 føroysk met og 4 juniormet á Ægir stevnuni í gjár”

  1. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:14.16. Eingin átti metið áðrenn, men Svimjisamband Føroya hevði ásett kravtíð á 2:16.41 til at kunna seta hetta juniormet.

    CIMG2259

  2. Ups, forsømdi at seta Sonna á handan listan yvir Masters vinnarar. Hann svam fimm kappingar … og vann fimm kappingar 🙂

    DSC_3152

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.