Eftir øllum at døma hevði eysturríkski ryggsvimjarin dansað so dýrandi fullur á einum borði, á náttklubba nær Rom, við brotnari fløsku í hondini. Hann bleiv blakaður út, men royndi so sambært útblakarunum at troðka seg inn aftur, sum gjørdi at teir mátti vera eitt sindur harðligir við hann. Sjálvur sigur hann at 4 útblakarar løgdu á hann uttan orsøk. Og í øllum førum endaði hann á sjúkrahúsi, við skrammum í andlitinum, skøddum fóti, og sikkurt við dundrandi timburmonnum eisini. Les USA Today, The Globe and Mail og The Austrian Times.
Viðmerkingar
Hvør finnur myndina fyrst?
USA Today skrivar "Austrian newspapers published photos of a badly bruised Rogan on their front pages Monday", men eg havi so ikki dugað at funnið myndina enn.
Men her er so ein mynd av Rogani í dansibúna. So hava vit líkasum fingið eina mynd at halda okkum til, og kunnu ímynda okkum (ella kanska photoshoppa) brotnu fløskuna uppí hana.
http://apa-images.cms.apa.at/cms/site/EN/bildinfo.html;jsessionid=a7MJgU...
Video av Rogan
Sett inn her omanfyri.
Mynd av (bukaðum) Rogan
OK, hann hevur fingið nøkur knubs í andlitið, og á nøsina. Men Massa sá verri út.
http://www.krone.at/krone/S30/object_id__155739/hxcms/index.html