Ægir-veitslan 2008

Ægir-veitslan 2008

Hey tit øll sum hava teknað tykkum til veitsluna í kvøld. Vit verða 90 svimjarar, leiðarar, venjarar og onnur sum hava við svimjing at gera.

Skráin verður áleið henda:

19.00-19.30 Vælkomstdrykkur ( alkoholfrítt )
uml. 20.00 Til borðs
20.30 Undirhald ( eitthvørt felag )
20.45 Rókur kemur at hava eitt slideshow frá svimjiarinum, sum er um at verða farið.
21.00-21.15 Undirhald ( feløg )
21.30 Hallur Joensen “ársins countrystjørna”, kemur at singja og spæla nakrar sangir
22.00 Ársins songrødd ” karooké “. Vinningurin til vinnaran verður ein fartelefon frá Føroya Tele.
22.30 Ársins????? Nú skal eingin føla seg sikran longur. Øll kunnu blíva ársina eitt ella annað,
verði spent, og stuttligt verður tað eisini.
23.00 Borðhaldið endar

Tað verður forrættur, høvðisrættur og ísur omaná
Planurin er at hava dans/discotequé aftaná borðhaldið.
Vit gjalda aðrenn vit fara til borðs, og kostnaðurin 150 kr fyri hvønn.
Av tí at hetta er eitt ógvulig dýrt tiltak, og hava vit gjørt av at selja lutaseðlar undir veitsluni, og verða vinningarnir tvey gávukort frá MASKULIN 750 kr. hvørt og ein fartelefon, enn einaferð frá F T
So er bert eftir at siga LET´S PARTYYYYYYY.

Góða veitslu

Ægir

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.