Tað hava verið rættiliga nógvar rættingar gjørdar til startlistan sum eg sendi út fyrradagin, og viðfest er tí ein nýggj útgáva, sum eg eisini havi sent luttakandi londum at rættlesa, lagt á njm2007.com og dagført LiveTiming við. Har burdi ikki verið nógv eftir at rætta, men sigið endiliga frá um tit finna okkurt.
Rættingarnar vóru annars
- Emma Löfgren-Bengtsson (SWE) stavað skeivt
- Marcus Tesdal (NOR) væntaði í 50 firvald
- Maria Pallas (EST) væntaði í fleiri kappingum
- Mina Louise B. Berggren (NOR) væntaði í 50 firvald
- Katrine Holm Sørensen (DEN) væntaði í 100 bringu
- Har átti ikki at vera nøkur mannlig føroysk 4 x 200 liðkapping
- Fleiri estiskar tilmeldingartíðir eru rættaðar
Hartil hevur Estland frámeldað tríggjar svimjarar: Vadim Romanov, Marija Gusseva og Mariliis Paas
| Viðfesti | Stødd |
|---|---|
| Competitor list Event 1-38 2.txt | 33.43 KB |
| Competitor list Event 1-38 2.html | 156.28 KB |
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 17 tímar síðani
2 dagar 18 tímar síðani
2 dagar 18 tímar síðani
2 dagar 23 tímar síðani
3 dagar 43 min síðani
3 dagar 53 min síðani
3 dagar 59 min síðani
3 dagar 2 tímar síðani
3 dagar 4 tímar síðani
3 dagar 7 tímar síðani