Svimjihøllin í Gundadali steingir fyri almenningin í kvøld, og í morgin árini byrjar so føroyska meistarastevan í svimjing 2007. Sjónvarpið sendur bara frá finalunum leygarkvøldið; men tað er vónandi ikki tí at tey vænta at hon verður keðilig í ár, tí so taka tey so logandi feil. Besti føroyski svimjihópurin nakrantíð er klárur at vísa hvat tey duga, her bara 64 dagar undan Oyggjaleikir.
Um nakar lesari her ikki veit hvussu FM er skipað, so kann eg stutt nevna at tey hvønn dag svimja innleiðandi um morgunin, og finalur í somu kappingum um kvøldið. Undantakið er 800 og 1500 frí, sum vanliga verður svomin sum direkta finala um morgunin; tvs. uttan eyka finalu um kvøldið (ikki tí, í ár kundu tey nú gott flutt síðsta riðil til um kvøldið, nú vit ikki skulu taka hædd fyri SVF... truplleikin er nevniliga, so vítt sum eg veit, at langteinakappingar taka ov langa tíð, í mun til hvat man heldur at vanlig fólk tíma at hyggja).
So um morgunin royna tey bestu at spara seg, so vítt tey kunnu uttan at enda uttanfyri tey 6 finaluplássini. Eitt sindur veikari svimjarar kempa fyri at koma í finaluna, og restin brúkar alt sítt krút, tí tey allíkavæl bara fáa tann eina kjansin. Greinar við færri enn 6 luttakarum verða vanliga ikki svomnar um morgunin, tí at allir svimjararnir allíkavæl koma í finaluna, um bara teir ikki verða kolldømdir.
Um vit hyggja at skránni, og at hvørjir svimjarar sum skulu svimja kappingarnar, so síggja vit týðiliga at hetta veruliga kann verða besta FM nakrantíð. Í øllum førum tá ið tað kemur til ferð, tí har eru so nógvar kappingar har besti svimjari eigur metið, og annars ein rúgva har vit kunnu vænta nakrar harðar holmgongur.
Fríggjadag (innleiðandi kl 09:00, finalur kl 18:15)
Leygardag (innleiðandi kl 09:00, finalur kl 18:15)
Sunnudag (innleiðandi kl 09:30, finalur kl 16:05)
Altso sum heild ein rúgva av kappingum har bestu svimjarar annaðhvørt eiga metið ella eru heilt nær tí. Og hóast tað í summum førum er rættiliga langt niður til nummar tvey, so eru tað líka nógvar har tey næstu hava møguleika at koppa nummar 1. Man veit jú ongantíð heilt hvussu dagsformurin er, og um nakar kanska rakar formtoppin betur enn hini.
Sum sagt, so sendir SVF bara frá finalunum fríggjakvøldið, og tað handlar tí um at fara niðan at hyggja. Tað kostar millum lítið og einki at koma inn, tey taka nakrar krónur fyri eina skrá, og útsiktin er frálík frá balkongini av. Umframt úr kantinuni, har HS plagar at diska upp við nógvum góðum, fyri ein rímiligan penga. So komið bara niðan og hjálpið til at gera hesa stevnuna ógloymandi.
Viðmerkingar
FM fríggjadag
Guðrun H. Jacobsen 1.01 í 100m frí. Uhh hettar lovar at tað verður ein spennandi finala um 2,3 & 4 plássi í tí at har eru Jutta og Shalia við nærum somi tíð sum Guðrun. Elspa kanska fær undir 58.0 ?
50 firvald hjá monnum, halló har er jú eitt sindur at taka av :)) Petur Mc undir 27.0 men annars er sera tætt frá 2-6 pláss. Skal hettar verða gull nr.2 hjá Pál ?
200 blandað kvinnur, Elspa!!! so er tað Lisbeth í roynir eftir 2.27 (OYL) og Jutta sum kanska ætlar sær at hanga í Lisbeth ?
200bringa hjá monnum. Jákup Ø, hvat hevur hann í sær ? og hvat kann Pál her ? Og so er tað Frans, bert 14 ár við 2.35, hettar verður nokk ein av teimun sera spennandi finalunum.
50 firvald kvinnur. Enn einaferð Guðrun H. Jacobsen við einari flóttari tíð, men hin "gamla" av Tvøroyri svam upp til sítt besta og liggur sum favorittur. Ein má tó ikki gloyma Bjørg og Nathaliu, henda seinna svam 1.02 í 100 frí, sá gott út.
200m rygg hjá monnum. Uttan ein sjúkan Høgna Miné, so verður tað Høvdas sum skal berjast við klokkuna aleinaður. Svein dámar ikki 200m :))
100 rygg gentur. Elspa!!! og so Mona og Helena (VS) Her er saknir í einari Bjørg sum hevur svomi góðar 50metrar í seinastuni.
200m blandað hjá monnum. Kanska ein gysari ? Andrass Thomsen vs. Pál Joensen. Hvør verður tað ? Andrass er ikki við í OYL høpinum, so her er okkurt at svimja um.
50m bringa hjá kvinnum. Karina tók sær av løttum, er jú nokk so trygg. Og so sá man eina unga Leirvíks gentu Ingunn Olsen, bert 12-13 ár og 0.37.5, jú kanska er vón fyri bringusvimjingini hóðast alt. Malan (TS) kempar um eitt OYL pláss, er nær við, men tað er ikki nokk.
100m frí hjá monnum. Uha Uha, K.O (Ægir) sá gott út við sínum 53.7, men har vóru fleiri í sóðu út til at taka sær av løttum við 54-55sek, so her er einki avgjørt :))
4x100m frí hjá kvinnum. So sum Guðrun (HS) svam í morgun, so eiga HS genturnar at geva TS kapping um 1. plássi. TS vann FM2006 og Fø-Met.. Men tær genturnar mugu svimja væl betur í kvøld um gulli skal vera verandi á Tvøroyri.
4x100Blandað hjá monnum. FS sær út til at svimja gulli heim uttan stórvegis mótstøðu. HS er enn nakað langt vekk frá fortíðar styrki.
Eitt spennandi finalukvøld verður tað so, og uttan SVF sum leggur allar kreftur í vánaligan fótbólt runt landi.