Svimjing avgerandi fyri góðum úrslitum á Oyggjaleikum

Tað verður eftir øllum at døma eitt soltið ár á Bermuda, nú starvsnevndin boðar frá, at føroyskir svimjarar ikki fara at luttaka á leikunum. Teir føroysku svimjararnir hava verið garantar fyri topp plaseringum á Rhodos, Álandi og Isle of Wight.

Føroyskir svimjarar hava í 2007 og 2009 vunnið í hylinum á Oyggjaleikum. Í fjør kundu svimjararnir kalla seg fyri moralskar vinnarar, tí hóast Guernsey vann á okkum við fleiri bronsumerkjum, so hølvaði unga liðið úr Føroyum øll av í 8×50 frí. Eisini var tann føroyski hópurin minni enn teir hjá Guernsey, Jersey, Isle of Wight og Gibraltar.

Tey frálíku úrslitini í hylinum hava syrgt fyri, at Føroyar samlað gjørdust nr 3 á Rhodos, nr 1 í Álandi og nr 4 á Isle of Wight. Hevði svimjing ikki verið á skránni á Rhodos, Álandi og Isle Wight, so hevði Føroyar ligið 6-7 pláss longur niðri. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men her skulu vit minnast til, at stórur munur er á heiðursmerkjatalinum hjá topp 5 tjóðunum í mun til niðara helvt av topp 10.
Meira enn onnurhvør føroysk medalja er vunnin í hylinum hesi árini. Og gongdin hevur verið, at lutfallið hjá svimjarum er vorðið størri ár um ár. Tað vil siga, at góð úrslit hjá føroyingum eru vorðin meira og meira treytað av svimjingini. Hyggja vit at gull heiðursmerkjunum, sum hava størsta týdning fyri endaligu støðuna, so áttu svimjararnir 63% og 62% av føroysku gull heiðursmerkjunum á Rhodos og Álandi, meðan á Isle of Wight var hetta lutfallið økt til 75%. Altso 3 av 4 gull komu úr hylinum.

Samanborið við aðrar tjóðir, sum standa seg væl á Oyggjaleikum, so sum Jersey (vinnari á Rhodos) og Guernsey (vinnari á Isle of Wight), so eru føroyingar nógv meira tengdir at succes í hylinum. Gull lutfallið úr hylinum hjá Jersey hevur verið 30%, 38% og 13% fyri 2007, 2009 og 2011. Hjá Guernsey eru tølini 17%, 33% og 38%. Vanliga krevur tað eitt sterkt svimjilið fyri at vera í topp 5. Tó, Rhodos megnaði á heimabana í 2007 at gerast nr 2 uttan eina einastu svimjimedalju.
Gamaní, nógv heiðursmerkir eru at vinna í hylinum, men tey skulu eisini vinnast, sum Hilmar Jan segði í Rás2. Og helst skal metallið verða av gulli.

Føroysk heiðursmerkir á Isle of Wight 2011 Føroysk gullheiðursmerkir á Isle of Wight 2011
Føroysk heiðursmerkir í Álandi 2009 Føroysk gullheiðursmerkir í Álandi 2009
Føroysk heiðursmerkir á Rhodos 2007 Føroysk gullheiðursmerkir á Rhodos 2007

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.