Nú kann man svimja í hylinum í Dubai

15 ára gamli Assem Emad Abdul Ghafar fekk nú leygardagin heiðurin at verða fyrsti svimjari sum vann eina kapping í svimjihøllini har heimsmeistarastevnan skal vera í desember, tá ið tey skipaðu fyri HH UAE Presiden’ts Swimming Championships har í vikuskiftinum. Kapteinurin á svimjilandsliðnum har sigur í aðrari grein á www.dubaiswimming2010.ae, at einki kann samanberast við hesa høllina, og FINA stjórin Cornel Marculescu sigur eisini, at hylurin har í Dubai er “one of the best swimming facilities in the world.

“Three months ago when I was here I didn’t believe this was possible. I was very skeptical. Now I find this jewel here – it is the pearl of the desert, and I believe it is one of the best swimming facilities in the world”

Nú eru 5 hyljar í Svøríki við Omega OSB11 startskamlum

SANY1929Heimasíðan www.simma.nu/se listaði herfyri upp tær svimjihallir í Svøríki sum hava startskamlar av slagnum Omega OSB11, tá ið 2010 er runnið:

  • Eriksdalsbadet – Stockholm
  • Simarena Borås
  • Filborna Arena – Helsingborg
  • Sydpoolen – Södertälje
  • Nya Vilundabadet – Upplands-Väsby

Sviar eru altso langt frammi, meðan danir og íslendarar hava sín fyrsta til góðar, og Alexander Dale Oen (hóast Omega OSB11 finnast onkra aðrastaðni í Noregi) hevur keypt sín egna, at seta upp at venja við í Bergen.

Hæddarlegur gera stóran mun

SwimNews.dk skrivar her úr grein í Fyens Stiftstidende, um tá ið Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis herfyri vóru á 3 vikur langari hæddarlegu í Colombia, saman við landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer og soni hansara Aschwin Wildeboer. Tey vóru 2640 metrar uppi í Bogota, at kanna í góðari tíð áðrenn OL í 2012, hvussu kroppurin hjá hvørjum einstakum av teimum reagerar uppá hæddarlegu. Aschwin fekk størstu effekt, eina øking av hæmatokritvirðinum uppá heili 10 prosent, til 48. Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen komu upp á 45 í hæmatokritvirði, sum er høgt fyri konufólk.

Alshammar og Pereira vunnu samlaðu World Cup kappingina

Therese Alshammer úr Svøríki og Thiago Pereira úr Brasil gjørdust sum væntað tey bæði sum vunnu kappingina um at vinna flest sigrar á teimum 7 World Cup stevnunum tilsamans. Virðislønin var 100.000 amerikanskar dollarar í part, umframt eina rúgvu av pengum eisini fyri at vinna gull, silvur ella bronsu í einstaku kappingunum. Alshammar sigur við Expressen í dag, at hon fer at brúka tær tilsamans 875.000 svensku krónurnar sum hon vann tilsamans í ár, til at venja heldur enn at luttaka á World Cup í 2011.
Continue reading Alshammar og Pereira vunnu samlaðu World Cup kappingina