Tina Nedergaard ráðharri í undirvísingarmálum hevur avgjørt at geva fólkaskúlunum dispensatión, so at úrvalsflokkarnir fyri ítróttartalent í 7. til 9. skúlaflokki kunnu halda áfram. Tað var annars upp á tal at teir skuldu steingja, av tí at Statsforvaltningen dømdi tað at vera í stríð við fólkaskúlalógina, at loyva summum og ikki øllum børnum at ganga í hesum úrvalsflokkum. Ein tanki sum danska lærarafelagið tók undir við, men sum lærar og foreldur at næmingum í úrvalsflokkunum ikki tóku undir við, av tí at tað riggar so væl reint praktiskt við hesum flokkum. Les t.d. her á teamdanmark.dk.
Video: Pál 400 frí innleiðandi á World Cup í Stockholm
Pál Joensen kvalifiserar seg her trygt til finaluna í 400 frí, á World Cup stevnuni í Stokkhólmi.
Video: Birita 50 rygg á World Cup í Stockholm
Birita Debes svimur her 50 rygg á World Cup í Stokkhólmi. Dáman á geilini við síðuna av er danska Pernille Larsen, sum er besti danski ryggsvimjarin fyri tíðina.
Video: Magnus 100 rygg á World Cup í Stockholm
Magnus Jákupsson svimur her 100 rygg á World Cup í Stokkhólmi. Starturin sæst tíverri illa vegna startaran – ein trupulleika sum eg tíverri eisini fekk í kappingum seinni, vegna mína plasering.
Simpsons svimjikapping
Hardy er fangað í eini antidoping-ringrás
The New York Times skrivar her um amerikansku Jessica Hardy, at hon risikerar at ikki sleppa til OL í London í 2012, tí at ein regla hjá altjóða olympisku nevndini IOC frá 2008 ásetur, at íðkarar ikki sleppa við til næsta OL, sum hava verið í dopingkarantenu í meira enn 6 mánaðir. Hardy varð sum kunnugt dømd 2 ára karantenu, sum amerikanska antidopingnevndin so minkaði til 1 ár, í sambandi við doping upp undir OL í Beijing í 2008, sambært henni tí at hon hevði tikið okkurt dálkað kosttilskot. Hon hevur roynt at kæra avgerðina til Court of Arbitration of Sports (CAS), men er fyribils avvíst tí at hon ikki enn er úttikin til OL. Og har er so aftur trupulleikin, at amerikanska svimjisambandið ikki plagar at taka út íðkarar sum ikki fáa luttikið vegna dopingdóm … umframt at tey taka út so mikið seint, at eitt kærumál mest sannlíkt ikki nær at koma ígjøgnum áðrenn OL í London.
Continue reading Hardy er fangað í eini antidoping-ringrás
Svimjing.com LIVE úr bussi í Stokkhólmi
Tað gekk sum kunnugt illa hjá mær at fáa tilfar beinleiðis heim frá World Cup Stockholm, av tí at vit óvæntað bara høvdu ikki-flatskerms-sjónvarp á kamarinum, sum eg ikki fekk sett Mac Mini til, samstundis sum farteldan gekk fyri, og vit ikki høvdu internet í Eriksdalsbadet, so at eg heldur har kundi senda beinleiðis frá fartelefonini av. Totalt ‘Murphy’ yvir alla linjuna, har trumfurin líkasum var, tá ið bussurin sum koyrdi okkum á flogvøllin vísti seg at hava fínt internet 🙂
(video strikað)
Bjarging og hugni fyri havsvimjarar
Sunnudagin 14.november fer Sørin Djurhuus at vísa fram ymiskt um bjarging á sjónum í sambandi við havsvimjing. Tiltakið verður við lendingina í Hoyvík. Aftaná venjingina verður farið útí at svimja, og aftaná svimjingina verður hugnaløta við onkrum leskiligum. Alt tiltakið verður niðri við lendingina í Hoyvík um tað viðrar. Vetrarsvimjarar kring alt landið eru vælkomnir til tiltakið í Hoyvík. Lesið her á torshavn.fo.
Nú kritisera tey eisini donsku úttøkuskipanina
Rasmus V. Kristensen, venjari í Kvik Kastrup, skrivaði her í vikuskiftinum eitt upplegg til kjak á www.svimma.nu/dk, har hann setti spurnartekin við skipanina sum danska svimjisambandið tekur út sínar yngru svimjarar, við at krevja at tey skulu klára seg væl á tveimum teinum í somu grein, heldur enn til dømis á sama teini í tveimum greinum. Og í morgun kom so eitt innlegg har frá Jon Rud sum her í ár gavst á “det Nationale TræningsCenter” (NTC), har hann fýlist á at úttøkukrøvini hjá seniorsvimjarum eru so hørð, samstundis sum so nógv subjektiv ‘wildcards’ verða givin serliga svimjarum frá NTC. Eitt innlegg so mikið logandi, at Ekstra Bladet valdi at bera tað á sínari heimasíðu, undir yvirskriftini “Ny svømmekritik: Hvad fanden sker der”
Continue reading Nú kritisera tey eisini donsku úttøkuskipanina